Í 2022 fluttu tey niður úr Betrideildini. Fyri NSÍ, sum fram til tað nærum var fastur fúsur í evropeisku kappingunum, var hetta ógvuliga óvæntað. Skála hevur verið meira eitt elevatorlið seinastu árini.
Í 1. deild í fjør var serliga Skála sannførandi. Liðið hjá Paula Poulsen flutti tíðliga upp og vann millum annað allar tríggjar innahýsis dystirnar móti liðnum hinumegin fjørðin.
Steypið í Runavíkar kommunu endaði harvið á Skála, men meira er uppá spæl enn so í kvøld. NSÍ tapti fyri HB í fyrsta umfari og nógv styrkta liðið hjá Jens Wedeborg skal nú hava stig.
Skála skoraði trý mál og fekk trý stig móti EB/Streymi og kann harvið seta seg í eina heilt góða støðu nú áðrenn landsliðssteðgin. Lagt er upp til spennandi kommunuuppgerð við Løkin, tá Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen - og møguliga Aron Kundsen - aftur verða at síggja við Løkin í gulum.
Dysturin byrjar klokkan 18 og til ber at fylgja við á forsíðuni á Portalinum.
Vit fylgja serliga gongdini í Gundadali tætt við einum beinleiðis bloggi - eins og í Sarpugerði í gjár. Dystarfrásøgn verður frá báðum dystunum í kvøld
Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
17.00: B36 - KÍ
18.00: NSÍ - Skála
Í morgin - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68
Dystirnir síggjast eisini á Televarpinum, og til at fylgja við beinleiðis á forsíðu okkara
Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1
Sí eisini:
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB
Støðan:
1. Víkingur 6 stig*
2. KÍ 3 stig
3. B36 3 stig
4. Skála 3 stig
5. HB stig 3*
6. NSÍ 0 stig
7. 07 Vestur 0 stig
8. EB/Streymur 0 stig
9. B68 0 stig
10. ÍF 0 stig
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald