Hondbóltur

Komu niður á jørðina aftur við einum braki

Føroyar skoraðu bert 17 ferðir í Bukarest, og tað var júst størsti trupulleikin: At føroysku spælararnir ikki fingu bilbukt við rumenska málverjan. EM-vónin hongur nú á einum sigri móti Ukraina á heimavølli 26. apríl.

Hákun West av Teigum var suverenur toppskjútti seinast og hevðoi fult tamarhald á rumenska málverjanum: Hesuferð var hann toppskjútti við fýra málum, men skoraði hann uppá undir helmingin á skotinum, og sum heilt gekst tað ógvuliga illa í álopspartinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum var suverenur toppskjútti seinast og hevðoi fult tamarhald á rumenska málverjanum: Hesuferð var hann toppskjútti við fýra málum, men skoraði hann uppá undir helmingin á skotinum, og sum heilt gekst tað ógvuliga illa í álopspartinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-11 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir í føroysku leguni vistu, hvussu trupult tað fór at verða í Rumenia, men í mun til at Føroyar vunnu dystin millum liðini mikudagin, og at málið hjá Hondbóltssambandinum og teimum í hópinum er EM 2024, so var dysturin í dag eitt vónbrot - eitt er at rumensku favorittarnir vunnu á heimavølli, men tað gjørdist ongantíð heilt tætt og ein veruligur spenningur um útfallið. Heldur nærkaðist munurin í løtum einum tvísiffraðum tali.

Tað var serliga álopsspælið, ið ikki livdi upp til vónirnar. Til tíðir var spælið gott, men málverjin Ionut Iancu fekk skjótt takið á føroysku skjúttunum. Serliga var tað skotini á vonginum, sum Iancu hevði gott tamarhald á: Føroyar skoraðu bara átta útav 19 harfrá; tá Iancu ikki bjargaðu, raktu vengurnir stongina ella yvirleggjaran í nøkrum førum

Trupulleikar vóru tó eisini alla aðrastaðni. Iancu bjargaði langskotum, av strikuni, føroyingarnir skotu uppum, framvið og millum annað Tróndur Mikkelsen - ið stríddist væl í serliga verjuni - raktu stongina ella yvirleggjaran samanlagt tríggjar ferðir. Samanlagt skoraðu okkara bara upp á beint undir 40 prosent av skotunum, og tá mótstøðumálverjin bjargar 48 prosent av skotunum, ið raka málið, og man bert skorar 17 ferðir í nýmótans hondbólti, so er ógvuliga trupult at vinna.

Verjan spældi annars ikki nakran vánaligan dyst, hóast ávísar betringar kundu verið, og serliga Nicholas Satchwell helt Føroyum inn i í dystinum við einum bjargingarprosenti á yvir 40. Rumenar fóru niður í ferð og góðsku seinna helmingin av hálvleikinum. Tá var tó avgjørt, og Rumenia kom á 9+ eina løtu í tí, sum fór at líkjast einum skrædli.

Føroyska liðið skoraði bert fýra mál fyrstu 21 minuttirnar í seinna hálvleiki. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði til tíðir trupult við at finna stevið, og spældi ikki seinastu góðu tjúgu minuttirnar. Ymsar loysnir vóru royndar, men Jónas Gunnarson Djurhuus fekk hol á pannuna eftir harðan samanstoyt í bert sínum næsta álopi - beint fyri hálvleik. 

Tað er kanska at undrast á, at loysnin við Halli Árason ikki varð roynd áðrenn 55. minutt, tá tað var so strivið og óeffektivt í álopinum, har føroyska liðið eisini varð lokkað inn í nakrar fellur. Einasti lámi bakspælarin í hópinum kom inn til seinastu minuttirnar og sín fyrsta landsdyst. Hann hevði eitt upplegg og eitt mál - men eisini tvey brend skot og tað var ein fín mynd uppá dystin, har føroyingar eisini gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur.

Føroyska liðið helt ongantíð uppat at stríðast hart og skal taka hendan stríðsviljan við til næsta mánaði, tá fleiri mál eisini skulu skjótast. Føroyar taka ímóti Ukraina 26. apríl, og um ein sigur kemur í hús, verður tað helst eisini talan um eitt 3. pláss í undankappingarbólkinum, og kann hetta geva atgongd til EM-endaspælið. Føroyar hava jú vunnið á Rumenia, ið liggur til at spæla seg til endaspælið næsta ár, og telja hesi stigini í "trý'ara-roknistykkinum".

EM-undankapping, 4. umfar
Í dag, leygardagin 11. mars
Rumenia - Føroyar 25-17 (14-10)


Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 6-4
15 min: 8-5
20 min: 11-8
25 min: 13-8

35 min: 15-11
40 min: 19-13
45 min: 22-13
50 min: 23-14
55 min: 23-16

Føroysku málskjúttarnir/skotini:

Hákun West av Teigum 4/9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/6
Rói Berg Hansen 2/4
Teis Horn Rasmussen 2/2
Leivur Mortensen 2/4
Tróndur Mikkelsen 2/7 
Óli Mittún: 1/4
Helgi Hildarson Hoydal: 1/2
Hallur Árason: 1/3
Pauli Mittún 0/2
Allan Norðberg 0/1
Samanlagt: 17/43

Trok og tekniskar villur: 10

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 18/41

Útvísingar:
Føroyar: 3
Rumenia: 4

Støðan í bólki 4 eftir trý umfør
Eysturríki 6 stig 
Rumenia 4 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 2 stig

19.25: Eysturríki - Ukraina 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder