Annað

Kontrast FM: Finalistarnir í blandaðum tvímansleiki funnir

Tvey av teimum spæla dagliga badminton saman í Keypmannahavn, men skulu seint fyrrapartin spæla móti hvørjum øðrum í FM-finalu.

Mia Thorkildshøj og Rúni Øster í dysti í gjár (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Mia Thorkildshøj og Rúni Øster í dysti í gjár (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2025-04-26 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár, á - á sjálvum flaggdegnum - leiktu fremstu vaksnu badmintonleikararnir innleiðandi dystirnar í blandaðum tvímansleiki til Kontrast FM.

Í Badmintonhøllini á Hálsi gjørdist greitt, at seinastu finaluplássini fóru til Miu Thorkildshøj & Rúna Øster, sum í finaluni í dag skulu spæla ímóti Miriam í Grótinum & Asbjørn Heide Olsen.

Øll umboða Havnar Badmintonfelag.

Í Keypmannahavn eru Rúni Øster og Miriam í Grótinum, sum eisini hava einstaklingafinalur, liðfelagar í KBK á Eysturbrúgv, og tey bæði hava áður saman verið føroyameistarar í blandaðum tvímansleiki, skrivar Føroya Badmintonssambandm

Men í kappingini um føroyameistaraskapi umboða tey í ár bæði HBF, har tey í morgin bresta saman við hvør sínum makkara búsitandi í Føroyum.

- Finalurnar í Kontrast FM verða í Høllini á Hálsi leygarmorgunin frá klokkan 10. Kringvarp Føroya sendir frá klokkan 13, meðan BSF stroymir frá finalunum fyrrapartin.


[object Object]
Øll skráin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder