Hondbóltur

Kósin sett móti Berlin

Flogfarið við hondbóltsmonnunum er í morgun farið úr Vágum til Berlin.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-01-09 09:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú fara teir. Eftir veruligan hondbóltsfepur í Føroyum seinastu dagarnar, er tað nú tað hendir. Føroyski EM-hópurin fer í morgun til Berlin.

Sí eisini: Tróndur Mikkelsen: Nú bíða vit bara at sleppa til Berlin

Flogfarið fór úr Vágum klokkan 9. Hetta er fyrsta flogfar hjá Atlantsflog av tilsamans níggju, sum flýgur til týska høvuðsstaðin í sambandi við EM-endaspælið.

Føroyar eru í bólki við Slovenia, Noreg og Póllandi. Fyrsti dysturin verður klokkan 17 hósdagin.

Sí eisini: Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Berlin

Sí eisini: Myndir: BankNordik stóð til at bresta

Eini 4000 føroyingar verða til dystirnar, sum verða spældir í Mercedes-Benz Arena.

Portalurin ger nógv burturúr EM-endaspælinum, og vit eru við allan vegin.

--

Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder