2019-02-14 15:13
Tað gjørdist dýrt hjá Manchester United at koyra fyrrverandi venjara Jose Mourinho.
Í nýggjasta roknskapinum hjá felagnum sæst, at tað Manchester United rindaði 19,6 milliónir pund fyri at sleppa sær av við Jose Mourinho og hansara menn.
Mourinho bleiv koyrdur í desember, og Ole Gunnar Solskjær varð settur í hansara stað.
Sjálvur fekk Mourinho 15 milliónir pund, tá hann varð koyrdur. Hini 4,6 milliónir pundini fingu aðrir persónar í venjarahópinum hjá Mourinho.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald