Fótbóltur

Kostar at siga Håkan Ericson úr starvi

Sambært Útvarpinum fer tað at kosta FSF omanfyri eina millión at enda samstarvið.

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari frá september 2020 til oktober 2024 (Savnsmynd: Sveri Egholm)

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari frá september 2020 til oktober 2024 (Savnsmynd: Sveri Egholm)

2024-10-17 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð Håkan Ericson loystur úr starvinum sum venjari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, hóast eitt ár var eftir av sáttmála hansara.

Avgerðin hevur kostað Fótbóltssambandinum, sigur Christan Andreasen, FSF-forseti við Kringvarpið.

Håkan Ericson fær ikki løn fyri alt tíðarskeiðið, men sambært Útvarpinum er talan um omanfyri eina millión.

Håkan Ericson byrjaði sum landsliðsvenjari 3. september í 2020, og í august í fjør varð sáttmáli hansara longdur við tveimum árum.

Les eisini: FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder