
Barnasendingar og tíðindasendingar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum verða nú framskundaðar, so fólk kunnu síggja beinleiðis HM-fótbólt.
Tað boðar Kringvarpið frá heimasíðuni í dag.
Hetta er tí, at bólkaspælið nú er um at vera liðugt, og nógvir spennandi dystir eru fyri framman. Sendingar á skránni verða framskundaðar ein hálvan tíma, soleiðis at tað ber til at vísa beinleiðis HM-fótbólt í sjónvarpinum og ikki einans á heimasíðuni.
Les eisini: Kringvarpið sendi heldur bandað møti enn HM-dyst
Tað merkir, at barnasendingarnar, sum vanliga byrja klokkan 18.00, verða framskundaðar til klokkan 17.30. Dagur & Vika, sum vanliga verður sent hvønn gerandisdag uttan mikudag klokkan 19, verður tí á skíggjanum klokkan 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald