Dysturin í Parkini í gjár, var seinni play-off dysturin áðrenn bólkaspælinum í Champions Leauge, og sostatt sera avgerðandi.
Í hesum toppdystinum var tað føroyingurin, Kristin Dam Ziska, ið var hægsti UEFA myndugleiki. UEFA stendur fyri Union of European Football Associations, og er sostatt ein evropeiskur fótbóltsfelagsskapur. Undan dystum, er uppgávan hjá UEFA at syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg. Allir reglar skulu virðast, soleiðis at dystirnir fara trygt fram. Hetta er fyri at tryggja trygdina hjá leikarunum.
UEFA hevur ein týðandi leiklut í slíkum toppdystum, og tískil er tað ógvuliga flott av Kristini at vera oddamaður hjá teimum í gjár.
Fótbóltsliðið úr Keypmannahavn FCK tók ímóti pólska liðnum Raków Czestochowa. Fyrri dysturin bleiv spældur á útivølli í Póllandi síðsta mikudag, og endaði 1-0 til FCK. 1-1 javnleikurin í Parkini í gjárkvøldið, var sostatt nóg mikið, til at senda FCK víðari til bólkaspælið í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald