Kurvabóltssamband Føroya er nú sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin.
Kurvabóltur hevur verið eitt av níggju menningarsambondum undir ÍSF, síðani Kurvabóltssambandið varð sett á stovn í 2017, og eru tey nú fyrsta samband, sum skifta status frá menningarsambandi til sersamband, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.
Nevndin í Kurvabóltssambandinum metti, at tíðin nú var búgvin til at søkja um limaskap sum sersamband í ÍSF, og hesum tóku bæði starvsnevndin og ein samdur aðalfundur undir við.
At skifta frá Menningarsambandi til Sersamband hevur ymsar fyrimunir við sær - serliga fíggjarligar.
Tey, sum stjórna kurvabóltinum í Føroyum, mettu, at kurvabólturin herheima hevði ment seg so nógv, sum til bar, innan karmarnar, sum menningarsambondini hava, og tí var næsta natúrliga stigið, at gerast Sersamband, skrivar ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald