Kringvarpið sleppur ikki longur at vísa hæddarpunkt frá Betrideildini á heimasíðu sínari kvf.fo. Tað skrivar Kringvarpið í dag.
Orsøkin er, at Televarpið og Føroya Tele hava keypt rættindini frá Fótbóltssambandi Føroya, og avtalan forðar fyri, at public service-miðilin nú kann vísa hæddarpunkt á heimasíðuni.
Seinnu árini hevur 3-2-manningin annars lagt seg eftir at leggja hæddarpunkt á netið sum skjótast, og longu sunnukvøld hevur borið til at sæð mál og hendingar úr flestu dystum.
Men nú mugu kringvarpshyggjarar altso noyðast við at síggja hæddarpunkt í 3-2 mánakvøldið.
(Annars ber til at fylgja dystunum í Betrideildini í dag á forsíðuni. Trýst á dystirnar fyri at síggja málskjúttar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald