Annað

Kviktalv: 22 ára gamal russari vann HM

Norski Magnus Carlsen endaði á fimta plássi.

2018-12-28 21:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist ein blaðungur russari, sum gjørdist heimsmeistari í kviktalvi. Hetta gjørdist greitt eftir at 15. umfar var liðugt seinnapartin í Skt. Pætursborg.

22 ára gamli Daniil Dubov gjørdist tá samanum kom einasti telvari við 11 stigum, og kundi sostatt kjósast heimsmeistari.

Daniil Dubov gjørdist stórmeistari sum 14 ára gamal. Hann er við 2703 ratingstigum nummar 40 á heimsstyrkilistanum í vanligum talvi. Í kviktalvi hevur hann 2723 stig og liggur í løtuni nummar 33, men er helst komin nakað upp, eftir at hann nú vann heimsmeistaraskapin. Í snartalvi er hann nummar 25.

Norski Magnus Carlsen er annars ovast á øllum hesum trimum listunum. Hann er heimsmeistari í vanligum talvi, men í kappingini í Skt. Pætursborg hesar seinastu dagarnar, kiksaði hann.

Tá samanum kom gjørdist hann ein av fýra telvarum við 10,5 stigum, hálvt stig færri enn Dubov, men av tí at Magnus Carlsen í tveimum teimum fyrstu talvunum tapti móti nógv veikari telvarum, endaði hann á fimta plássi. Eitt úrslit, sum heimsins besti telvari als ikki var nøgdur við.

Í seinasta talvinum móti amerikanaranum Hikaru Nakamura, hevði Magnus Carlsen við sigri møguliga at koma í umspæl um heimsmeistaraheitið. Men talvið endaði javnt.

Í morgin byrjar so HM í snartalvi. Spæld verða 21 umfør yvir tveir dagar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder