Í dag klokkan 15 verður søga skrivað. Á fyrsta sinni verður farið undir regluliga sjónvarping av fremstu fótbóltsdeildini hjá kvinnum.
Tað er Televarpið, sum longu frammanundan sjónvarpar bestu mansdeildina, sum fer at senda ein dyst í hvørjum umfari hjá kvinnunum.
Byrjað verður í dag klokkan 15 tá KÍ og NSÍ hittast við Djúpumýrar í Klaksvík.
Dysturin sæst á Rás1 í Televarpinum, og kann eisini stroymast ókeypis á tv.fo um ein hevur brúkara.
Hetta er ein liður í menningarætlanini hjá FSF, har man hevur sett sær fyri, stroyma beinleiðis allar dystir í bestu kvinnudeildini í 2025
Skjøtul var settur á Betri deildina hjá kvinnum í gjár tá HB og EBS/Skála vunnu stórsigrar móti nýggju liðunum í deildini, ávikavist 07 Vestur og AB/B71.
07 Vestur - HB 0-6 (0-4)
30’ Sara Samson Lamhauge 0-1
33’ Julia Naomi Mortensen 0-2
42’ Sunniva Willlemoes 0-3
45’ Sunniva Willlemoes 0-4
61’ Jónvá Hentze 0-5
88’ Sara Samson Lamhauge 0-6
EBS/Skála - AB/B71 5-0 (5-0)
11’ Rakul Vesturdal Magnusen 1-0
24’ Randi Fagradal 2-0
25’ Randi Fagradal 3-0
29’ Silja Pálsdóttir Augustinussen 4-0
33’ Lea Lisberg 5-0
Dystir í dag
KÍ - NSÍ (15:00)
B36 - Víkingur (15:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald