Fótbóltur

Kvinnurnar hjá NSÍ í hálvfinaluni

EB/Streymur/Skála fingu ikki viðhald í kæruni um longdu leiktíðina.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-05 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður NSÍ og ikki EBS/Skála, sum spælir móti B36 í hálvfinaluni í steypakappingini í fótbólti fyri kvinnur.

Tað er greitt eftir at aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð í eini kæru frá EBS/Skála viðvíkjandi longdini av longdu leiktíðini í fjórðingsfinaluni.

Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EBS/Skála og NSÍ var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð. Hendan varð av dómaranum ásett til tvær ferðir 10 minuttir, tí hetta var í tráð við ásettu kappingarreglur á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1. 

Eftir dystin kærdi EBS/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla tvær ferðir 15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Niðurstøðan hjá aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti.

Aganevndin vísir tó samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum skal lúkast burtur við skjótasta høvi.

Sostatt er nú staðfest, at NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB.

Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli leygardagin 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder