Í síðstu viku staðfestu mansliðið hjá H71 og kvinnuliðið hjá Kyndli føroyameistaraheitið í ávíkavist Burn-deildini og SMS-deildini.
Hoyvíkingar vunnu fjórðu finaluna, sum var í Kollafirði, og komu harvið uppá gandakenda talið trý. Kyndlakvinnur vunnu allar tríggjar finalurnar á StÍF. Harvið endaði røðin við gulli og gleimi hjá teimum grønu í Hoyvíkshøllini, har Kyndil hevði fyribils heimavøll, tí høllin á Hálsi ikki var tøk.
Sí eisini:
Kyndil er greipuvinnari hjá kvinnum
H71 er føroyameistari triðja árið á rað
Unga liðið úr Hoyvík kundi fegnast, eftir at gull og steyp komu í hús - eitt nógv øðrvísi føroyameistarheiti enn tey undanfarnu. Samanlagt er talið nú átta í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir úr Kollafirði mikukvøldið HER
Hjá H71 var talan um staðfesting av góðu gongdini seinastu árini. Felagið vann fyrsta FM-heitið í manshondbólti í 2009, legði afturat í 2012 og hevur síðani 2017 vunnið hvørt ár fyriuttan 2021, tá VÍF vann á H71 - í 2020 var einki føroyameistaraheitið vegna koronustøðuna.
Harvið hava hoyvíkingar vunnið seks av teimum seinastu sjey FM-heitunum á manssíðuni og nú samanlagt átta. Hetta fær H71 undir liðuna á Neistanum á 3. plássinum samanlagt. Í mun til FM-heitir er tó langt upp til VÍF (24) og serliga Kyndil (30)
Sí yvirlit á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.
Sí eisini - samrøður frá FM-kvøldinum:
Djóni Gaard Joensen: - Uttan iva besta gullmedaljan eg havi vunnið
Bogi og Torstein: Hetta merkir ógvuliga nógv
Ísak Vedelsbøl: - Eri fullkomiliga ferdigur - men mega deiligt við gulli
Kyndil hevur nú nærum tvísiffrað tal av FM-heitum á kvinnusíðuni eisini. Leygardagin kom nummar níggju samanlagt í hús - tað fyrsta varð vunnið í 1964. Harvið eru tær grønu úr Havn søguliga undir liðuni á Stjørnuni á 2. plássi. Neistin hevur heili 41 sambært yvirlitinum.
Kyndlakvinnur hava nú trý av teimum seinastu sjey og fýra av teimum seinastu tíggju. Í einari kapping har tað hevur verið rímiliga skiftandi við FM-vinnarunum síðstu árini, hevur Kyndil samanlagt staðið seg best, og tær vilja byggja á tað í høvuðsstaðarfelagnum.
Nógvar dygdargóðar og drúgvar eldri og fleiri spenandi ungar - Kyndil er í góðari støðu eftir greipuna (Mynd: Sverri Eghollm)
Sí fleiri myndir frá serliga FM-heiitnum í Hoyvík
Sí eisini - samrøður eftir steypahandanina:
Turið Arge Samuelsen: - Vit stremba aftur eftir at vera í oddinum
Bjarta Johansen: - Rutina og góður verjupartur gjørdu mun
Hammer-systrarnar nøgdar á hvør sín hátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald