Efitr at hava deilt oddasessin við grannarnar í Neistanum tóku kyndlakvinnur í kvøld fyrsta pláss í deildini.
Tað gjørdu tær eftir stórsigur 36-18 á EB. Dysturin varð leiktur í Høllini á Hálsi, og í steðginum var 18-5 til Kyndil.
Neistin tapti fyrr í dag í Høllini á Hálsi móti H71 32-27, og hoyvíkskvinnur bjóða nú av álvara bjóðar av í stríðnum um tvey tey fremstu plássini.
Í Vestmanna vann heimaliðið stórsigur 42-26 á Stjørnuni. StÍF var á vitjan í Vági og vann 27-23 á VB.
Støðan SMS deildin kvinnur
1. Kyndil 22 stig (12 dystir)
2. Neistin 20 stig (13 dystir)
3. H71 18 stig (13 dystir)
4. StÍF 16 stig (13 dystir)
5. VÍF 12 stig (13 stig)
6. EB 7 stig (13 dystir)
7. Stjørnan 6 stig (13 dystir)
8. VB 1 stig (12 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald