Ein dystur í Burn-deildini varð spældur í gjárkvøldið, hóskvøldið. Kyndil tók ímóti H71 á Hálsi.
Talan var um oddadyst tíðliga í kappingini. Liðini, sum hittust í FM-hálvfinalunum, høvdu fýra stig hvør undan dystinum.
Eftir uppgerðina er Kyndil einsamalt oddalið í bestu mansdeildini við seks stigum. Teir í grønum vóru á odda við tveimum málum í steðginum og vunnu eisini við tveimum.
Sí dystargongdina og dómaraseðilin her
H71 legði annars betri fyri eftir steðgin og var í løtum í 2. hálvleiki á odda. Heimaliðið fór tó frá aftur um miðjan hálvleikin, og hóast nakað av spenningi seinastu løtuna tryggjaði Kyndil sær triðja sigurin av fýra møguligum í ár.
Tobias Thiesen í sigrinum í Kollafirðiu sunnudagin. Danski spælskiparin skoraði seinasta málið í dystinum í seinastu løtu og skoraði samanlagt seks mál (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kyndil hevur spælt fleiri dystir enn hini, og um StÍF, ið er einasta liðið, sum hevur bast Kyndil, vinnur í Vestmanna sunnudagin, so leggur liðið av Skálafjørðinum seg á odda.
H71 spælir uttan afturvenda landsliðsspælaran Helga Hildarson Hoydal, sum hevur skaða í alboganum. Rókur Ziskason gekk á odda hjá føroyameistarunum í gjár við níggju málum.
Burn-deildin 4. umfar
Í gjár, hósdagin 27. september
Kyndil - H71 28-26 (13-11)
Toppskjúttar:
Rókur Ziskason (H71) 9 mál
William Skovsager (Kyndil) 7 mál, Tobias Thisen 6 mál
Sí dystargongdina og dómaraseðilin her
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum í bestu mansdeildini og kvinnudeildini beinleiðis á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald