Klassikarin í føroyskum manshondbólti var á skránni í høvuðstaðnum seinnapartin. Áðrenn leiktu kvinnuliðini hjá feløgunum; har var VÍF omaná
Les meira: VÍF sigraði á Hálsi
VÍF hevði undan dystinum 9 stig fyri fimm dystir og var ósigrað. Vestmenningar løgdu eisini sera hart út, og vóru á odda 6-3 tá átta minuttir vóru leiktir. Men næstu tíggju minuttirnar skoraði útiliðið ikki, og Kyndil kom á odda 9-6. VÍF hevði síðani aftur nakrar góðar minuttir, men tað var Kyndil sum fór til hálvleiks við einari fimm-máls leiðslu.
VÍF var ongantíð heilt nær við at fáa fatur á kyndilsmonnunum, ið fingu álopi at koyra væl í dag. Kyndil vann ein umráðandi sigur, og er nú eitt stig aftanfyri VÍF, ið framvegis er oddalið.
Kyndil - VÍF 32-24 (16-11)
Toppskjúttar: Bartal Klein Olsen 8, Jón Müller 7
Fótbóltur
Kyndil koppaði VÍF
Kyndil gjørdist fyrsta liðið í Okkara-deildini, ið vann á VÍF.
Kyndil basti í dag VÍF við greiðum sigri (Savnsmynd)
2018-11-04 17:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald