Hondbóltur

Kyndil og H71 spæla aðru finaluna í kvøld

Dysturin í Høllini á Hálsi kl. 19.30 fer at geva greið tekin um, hvønn veg finalurøðin peikar. Tað er 1-0 til H71, ið eigur heimavøll í triðju finaluni.

Kyndil rennur aftaná H71 men kann koma upp á javnleik við sigri í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil rennur aftaná H71 men kann koma upp á javnleik við sigri í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-03 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið vann H71 stórt í fyrstu FM-finaluni, sum var í Hoyvík. Eitt mál var á muni í steðginum, men fyrsta partin av seinna hálvleiki runnu hoyvíkskvinnur undan og vunnu 34-25.

Les eisini: H71 fekk frálíka byrjan í FM-finalunum

Kyndil fekk ikki steðga álopspartinum hjá H71 - serliga ikki í fyrra helmingi av seinna hálvleiki. Til tíðir gjørdi Jana Mittún næstan sum hon vildi - bæði við egnum skotum og gjøgnumbrotum, men eisini fleiri fríspælingum. Mara Halsdóttir Weyhe var eisini ein, ið spældi væl, og í verjupartinum og í málinum fingu hoyvíkskvinnur eisini gott fatur á í løtum.

Kyndil skal royna at venda nøkrum tingum á høvdið. Á heimavøllinum á Hálsi er tað eitt krav at vinna. Eisini tí, at H71 hevur tríggjar dystarbóltar, um tær fara avstað við hesari finaluni, og so kann alt verða avgjørt leygarkvøldið í Hoyvík.

[object Object]
H71 gjørdist steypavinnari síðst í februar við sigri á júst Kyndli. Hoyvíkskvinnur hava ikki tapt ein dyst í ár - fyriuttan í European Cup - og fara eftir sínari fyrstu greipu nakrantíð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Turið Arge Samuelsen og Jovana Stajanac verða millum lyklarnar hjá teimum í grønum í kvøld. Lagt er upp til, at tað íhvussu er verður tættari, í mun til endaliga úrslitið.

Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 19.30. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin verður á staðnum, og vit hava dystarfrásøgn, myndir og samrøður.

FM-finalur í SMS-deildini
finala nummar 2 - mikudagin, 3. mai í Høllini á Hálsi
19.30: Kyndil (0) - H71 (1)

finala nummar 1 - leygardagin
, 29. apríl í Hoyvíkshøllini
H71 - Kyndil 34-25 (15-14)
Toppskjúttar: 
Turið Arge Samuelsen 10 mál, Nadja Pejovic 8 mál,
Jana Mittún 8 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál

Sí dómaraseðil her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder