Fótbóltur

Kyndil skal spæla FM-finalur

Tað er greitt gysara á Hálsi í dag. Tær grønkløddu vunnu eisini hesa grannauppgerðina, men hesaferð var tað eftir nógva dygga mótstøðu frá Neistanum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-23 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vera Kyndil og H71, sum skulu spæla FM-finalurnar í SMS-deildini. Hetta er greitt eftir hálvfinalurnar, sum hava verið um vikuskiftið. Eins og H71, vann Kyndil báðar hálvfinalurnar í hesari vikuni. Sigurin í dag var tó nógv meira harðvunnin hjá teimum grønu.

Neistin hevði okkurt at prógva eftir fyrstu hálvfinaluna, og tær í bláum vístu nakað heilt annað í dag. Meira ferð og broddur var í álopsspælinum, hóast Kyndil til tíðir fekk hildið Neistanum til long álop, og Jovana Stranjanac stóð væl. Neistin hevði fleiri góð gjøgnumbrot, nøkur umráðandi kontramál og fann strikuna - vælleikandi Sáru Sigrunardóttir Mikkelsen - væl. Neistin hevði eisini eina leiðslu gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki, men Kyndil tók yvir seinastu løtuna og var á odda við trimum í steðginum.

[object Object]Sára Sigrunardóttir Mikkelsen spældi væl á strikuni og í miðverjuni. Hon skoraði fimm mál(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Neistin fekk tálma Turið Arge Samuelsen, men kortini var hon av lyklunum til Kyndils-sigurin (Mynd: Sverri Egholm)

Álopsspælið hjá Kyndli var fyrstu løtuna darvað av, at Neistin ansaði so væl og rætt eftir Turið Arge Samuelsen. Brynja Høj vardi sum høgur tvey'ari og stóð til reiðar at forða Turið, hvørjaferð Kyndil gav bóltin upp og royndi í høvuðsheitinum at syrgja fyri, at nummar 33 ikki slapp at fáa bóltin og fáa ferð á. Kyndil flutti Turið nakað runt, og Nadja Pejovic fekk í fyrra hálvleiki meira pláss og fleiri góð mál. Sum fráleið kom Turið eisini við, Bára Krossteig Hansen kom inn í áloið og gjørdi mun, Bjarta Johansen fekk fatur á fleiri bóltum á strikuni, og sum seinni hálvleikur leið bendi tað meira og meira á Kyndils-sigur - millum annað tí at Jovana Strajanac hevði stórbjargingar.

Neistin kom tó innaftur við einum megnaravriki seinastu løtuna. Kyndil nýtti samanlagt bert sjey útileikarar í dystinum, og orkan og yvirskoti tyktiskt vera burtur seinastu stóru tíggju minuttirnar, har tær í grønum bert skoraðu einaferð. Verjan hjá Neistanum var stinn, og unga Silja Arngrímsdóttir Müller hevði nakrar frálíkar bjargingar, har hon serliga stongdi frá vonginum. Fleiri ungar tóku eisini ábyrgd í álopinum, og Neistin hevði møguleika at avgera í síðsta álopinum, men Kyndil stóð ímóti.

Í longdi leiktíðni (2x5 min) kom gongd á málskjótingina. Fyrstu sjey álopini góvu mál, men síðani bjargaði Jovana væl, tá Sára kom til skot. Neistin javnaði í seinna hálvleiki og kundi lagt seg á odda í næsta álopinum, men Jovana bjargaði sínum fjórða brotskasti í dystinum. Síðani skoraði Inga Maria Roysdóttir til 30-29 við frálíkum lobbi av vonginum, og Kyndils-verjan helt Neistanum tvey tey seinastu álopini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Fagnaðurin á teimum í grønum (Mynd: Sverri Egholm)

Ein sera spenanndi og undirhaldandi grannauppgerð, við nógvum fínum spæli, stjórbjargingum, hørðum takklingum og nógvum larmandi fólki í høllini á Hálsi. Kyndil skal spæla FM-finalur móti H71 - tann fyrsta verður næsta vikuskifti. Neistin skal stríðast við Stjørnuna um bronsuna.

Sí eisini: Bjarta Johansen: - Klára at vera kaldar í avgerandi støðum

Sí eisini: Brynja Høj: Øgiliga smáir marginalar, ið koppa tí til síðst 


FM-hálvfinalur

Onnur hálvfinala, Høllini á Hálsi
Kyndil - Neistin 30-29 eftir longda leiktíð (25-25 eftir vanliga leiktíð)

Toppskjúttar
Kyndil: Nadja Pejovic 7 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál
Neistin: Frida Holm Jacobsen 6 mál

Dystargongdin: 
5. min: 2-2
10.min: 4-5
15 min: 6-9
20 min: 8-10
25 min: 12-12

35 min: 18-16
40 min: 20-16
45 min: 22-19
50 min: 24-20
55 min: 24-23

Sí dómaraseðil her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder