Tveir dystir í Okkara-deildini eru leiktir í kvøld.
Tað leikaði sera javnt á ein stóran part av dystinum í Havn, har Kyndil tók ímóti KÍF. Kollfirðingar vóru tó líka omaná í steðginum. Seinasta fjórðingin av dystinum rann Kyndil tó frá KÍF, og heimaliðið og favoritturin vann 30-20. KÍF steðgaði fullkomiliga upp, og seinastu níggju málini í dystinum skoraðu kyndilsmenn. Harvið er Kyndil bert eitt stig aftanfyri oddaliðini; tó við einum dysti fleiri. Kyndil hevur frí sunnudagin, meðan KÍF kann reisa seg á heimavølli móti Team Klaksvík.
Á Skála var Team Klaksvík á vitjan. Undan dystinum høvdu klaksvíkingar bert fingið stig móti StÍF, og hetta eydnaðist næstan aftur í kvøld. Útiliðið bygdi sær eina rímiliga greiða leiðslu í 1.hálvleiki, og var á odda við fimm málum, tá liðini fóru at hvíla seg. Men heimaliðið leikti ein sera góðan 2. hálvleik, og át seg innaftur í dystin. Tað gjørdist sera spennandi til endans, men tað var StÍF, ið avgjørdi dystin og fekk tvey týdningarmikil stig.
Kyndil – KÍF 30-20 (13-15)
Toppskjúttar: Rógvi Dal-Christiansen 7, Borko Cupara 7
StÍF - Team Klaksvík 31-30 (11-16)
Toppskjúttar: Jóannes A. Prestá 11, Finnur Hansson 7
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 13 (9 dystir)
VÍF 13 (9 dystir)
Kyndil 12 (10 dystir)
H71 11 (9 dystir)
StÍF 8 (9 dystir)
KÍF 5 (9 dystir)
Team Klaksvík 2 (9 dystir)
Sunnudagin er fult umfar – allir dystirnir byrja klokkan 16.00:
H71 – VÍF
KÍF – Team Klaksvík
Neistin – StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald