Ein dystur í Okkara-deildini varð leiktur í kvøld. Tvey av liðnum ið eru í topp-fýra hittust, og tað var lagt upp til ein tættan dyst.
Hoyvíkingar høvdu vunnið tveir teir undanfarnu innahýsis dystirnar 18-17. Kyndilsmenn vóru harvið motiveraðir til, at tað hesaferð skuldi eydnast hjá teimum at fáa tvey stig, og tað var umráðandi fyri teir grønu at vinna fyri at skapa størri frástøðu til KÍF aftur.
Tað var eisini heimaliðið ið byrjaði betri í Stórhøllini á Hálsi. H71 fekk tó etið seg innaftur áðrenn hálvleik, og tað stóð á jøvnum í steðginum. Tað var eisini ógvuliga javnt í 2. hálvleiki, har Kyndil tó oftari hevði leiðsluna. Seinastu minuttirnar økti heimaliðið tríggar ferðir til tvey mál, og tað gjørdist eisini munurin til endans.
Kyndil fekk hildið landsliðsleikarunum Peter Krogh og Rúna Vest Højgaard til trý mál tilsamans. Brandur Halgirsson skoraði tó heili sjey ferðir fyri hoyvíkingar, meðan fleiri leikarar tóku ábyrgd hjá Kyndli; harímillum toppskjúttin Tummas Pauli Hanusarson (6 mál)
Kyndil hevur nú aftur fimm stig niður til KÍF, ið roynir at røkka topp-fýra. Og kyndilsmenn yvirhálaðu eisini H71, ið tó hevur ein dyst færri. Sunnudagin skulu hesi liðini aftur í dyst; Kyndil vitjar í Kollafirði, og H71 tekur ímóti Neistanum.
Kyndil - KÍF 28-26 (13-13)
Støðan í Okkara-deildini:
1.VÍF 21 (15 dystir)
2.Neistin 20 (14 dystir)
3.Kyndil 19 (15 dystir)
4.H71 18 (14 dystir)
5.KÍF 14 (15 dystir)
6.StÍF 8 (14 dystir)
7.Team Klaksvík 2 (15 dystir)
Hondbóltur
Kyndil vann umráðandi sigur á H71
Hesaferð koppaði tað til Kyndil í tøttum dysti ímóti hoyvíkingum.
Kyndil fekk koppað H71 á Hálsi í kvøld (Savnsmynd - Jens.Kr Vang)
2019-01-17 22:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald