2023-12-10 17:15
Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini varð leiktur í Vági í dag, har VB tók ímóti Kyndli í bólki 2.
Úrslitið gjørdist ein sannførandi 36-21 sigur til kyndilskvinnur. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Kyndil. Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist Nadja Pejovic við heili trettan málum, ímeðan Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við seks málum.
Úrslitið merkir, at Kyndil vinnur bólk 2. og eru víðari til hálvfinalurnar. Kyndil og Neistin hava bæði fimm stig í part, men Kyndil hevur betri málmun, eftir sannførandi sigurin á VB í dag.
Kyndil møtir sostatt VÍF í hálvfinalunum, og Neistin møtir H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald