Fótbóltur

Kyniskur og keðiligur klassikari í Klaksvík

Inntensitetur, hart arbeiði og hálv vánaligt fótbóltsspæl merkti málleysa dystin millum KÍ og HB, sum bæði kunnu brúka úrslitið til nakað. NSÍ vann sum væntað á FC Suðuroy men við nakað av baksi.

Ógvuliga fáir veruligur málmøguleikar vóru við Djúpumýru - HB spæld fyri aðru ferð í ár javnleik móti greiða oddaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ógvuliga fáir veruligur málmøguleikar vóru við Djúpumýru - HB spæld fyri aðru ferð í ár javnleik móti greiða oddaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-24 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 20. umfari í fremstu mansdeildini vórðu bríkslaður í gongd klokkan 15.

Í Gundadali vann B36 sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin. Tað skuldi eitt brotsspark til móti formveika B68, sum ikki sær út til at vera komið heilt úr summarferiu. Harvið legði B36 trýst á Víking, sum fer á vøllin nú klokkan 17.15. Meira um hetta stríði um 4. plássið seinni.

Í Runavík stríddist FC Suðuroy og helt dystinum á lívi í 80 minuttir. NSÍ var tó ov sterkt og vandamikið frammanfyri málinum. Tað endaði 3-1 við Løkin, og harvið kom NSÍ frammum HB aftr og nakað nærri KÍ, tó at FM-stríð seinastu umførini sær ógvuliga óveruleikakent út.

Málleysur klassikari

KÍ "misti" stig fyri aðru ferð í ár, og aftur var tað eftir javnleik móti HB. Liðið hjá André Olsen hugsavnaði seg um at vera vælskipað, at verja við stórari hugsavnan og so royna at koma avstað í skjótum mótálopum. Hetta riggaði sum so væl, tó at HB ov sjálvdan gjørdist vandamikið.

Við bóltinum var ikki nakað serligt spæl hjá HB, og hóast KÍ hevði bóltin nógv, so skaptu teir í bláum, sum spældu 3-4-3/5-4-1 sjálvdan nakað ordiliga skilagott á seinasta triðinginum.

Í 1. hálvleiki varð tað sum so bara vandamikið við deyðbóltum frá Árna Frederiksberg - har HB tvær ferðir ruddaði tætt við mállinjuna. Í 2. hálvleiki var tað nakað betri í løtum við bólti. Patrik Johannesen fekk nakað av lívi í, og hann legði eisini upp til størsta møguleikan í dystinum: Eftir gott upsspæl sendi Patrik Árna perfekt avstað í dýbdina, púra rætt renning hjá 7'aranum men Bjarti Vitalis Mørk kom væl út og stórbjargaði.

Harvið endaði tað 0-0 í Klaksvík í einum dysti merktur av nógvum inntensiteti men eisini nógvum skeivum sendingum og ógvuliga fáum upplagdum málmøguleikum. Leikliga livdi hetta ikki beinleiðis upp til ein dyst millum tvey tey størstu og fremstu feløgini í Føroyum. Eingin stór føðingardagsgáva frá KÍ til fjepparar sínar; liðið megnaði í ov lítlan mun at lata eitt vælskipað lið upp við Djúpymýru.

Hinvegin kann KÍ væl sættast við javnleikin í FM-stríðnum, og í KÍ-leguni nýtist man, eins og HB-leguni, ikki altíð at hugsa um tað fagurfrøðiliga og undirhaldandi í fótbólti. Magnus Powell kann sum so siga, at hetta var móti øðrum av sterkastu mótstøðuliðunum í deildini, og Tað eru átta stig niður til HB og NSÍ. Umframt hetta hevur KÍ hevr spælt ein dyst færri. Fleiri spælarar hjá KÍ sóu heldur ikki út til vera 100 prosent í dag.

Hjá HB tóktiskt tað at vera rímiliga týðiliga, at javnleikurin var nøktandi. Har er 2. plássið ta mest týðandi, meðan FM-stríð er óveruleikakent, og á torførasta útivøllin og í tann mun var tað eitt stig vunnið. Liðið misti eisini Viljorm Davidsen á vegnum við skaða, men man kundi ynskt sær, at HB fór meira eftir málinum fyri at skaka KÍ nakað.

Betrideildin 20. umfar

Sunnudagin 24. august
NSÍ - FC Suðuroy 3-1 (1-1)
13' Beinir Nolsøe (Aron Knudsen) 1-0
32' Salmundur Bech 1-1
62' Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson Olsen) 2-1
82' Michal Przybylski (Klæmint Andrasson Olsen) 3-1

Meira um dystin sæst her

B36 - B68 1-0 (1-0)
67' Bogi Reinert Petersen, br. 1-0

Sí meira um dystin her

KÍ - HB 0-0

Sí meira um dystin her

Leygardagin 23. august
07 Vestur - TB 3-0 (1-0)
35' Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84' Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90' Casper Gedsted Hansen 3-0 

Sí meira um dystin her

17.15: Víkingur - EB/Streymur

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder