
Tá íðkarar fara av landinum til kappingar og annað, so er ymiskt hvørja útgerð hvør einstakur, og hvat einstakt felag/lið skal hava við.
Tey sum fáast við skjóting, skulu hava byrsu við, og hetta gevur ávísar avbjóðingar. Tí hevur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum Jóhannisi Joensen, í skrivligum fyrispurningini til løgmans, spurt um, hvussu tað gongur við arbeiðinum at tryggja føroyskum ítróttaskjúttum eitt sonevnt vápnapass, sum ger, at teir kunnu ferðast til kappingar eins og skjúttar í restini av Europa. Eisini spyr Jóhannes Joensen hvat løgmaður ætlar at gera til tess at tryggja, at hetta kemur uppá pláss.
Í seinasta partinum av svarinum skrivar Báðrur á Steig Nielsen hetta:
- Í galdandi vápnalóg er ein heimild fyri at áseta reglur um eitt føroyskt vápnapass, sum svarar til reglurnar um ES-vápnapass, sum eru galdandi í ES-limalondunum. Um eitt føroyskt vápnapass skal góðkennast av ES, krevur hetta tó samráðingar við ES
Harvið er alt ikki komið uppá pláss enn, men løgmaður ger fyrr í svarinum greitt, at tað er nú lættari hjá ítróttaskjúttum at kappast uttanlands.
Hetta kemst serliga av, at vápnalógin varð broytt í november 2020, og at fleiri broytingar eru gjørdar í samráð við millum annað Skjótisamband Føroya við tí endamáli at lætta um hjá myndugleikum og skjúttum, tá ið tey ferðast uttanlands.
- Seinni er ásett í kunngerð, at umsøkjarar kunnu fáa eitt serligt útflutningsloyvi til vápn, sum hevur eina gildistíð upp til 2 ár. Útflutningsloyvi kann tá nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu ella líknandi, um loyvishavarin kann skjalprógva endamálið við ferðini
Til ber at síggja svar og spurning á heimasíðu Løgtingsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald