
Í 10. umfari 16. mai vann 07 Vestur 5-0 á heimavølli móti TB. Eftir fyrsta triðingin høvdu vágamenn bert eitt stig, og samstarvið við Dan Brimsvík steðgaði.
Áðrenn Michael Schjønberg kom inn, tók Sigtór Petersen sær av omanfyrinevnda dysti. Níggju dagar seinni vunnu Schjønberg og hansara menn 3-1 á B68, men síðani - í nærum tríggjar mánaðir og átta dystir - hevur 07 Vestur einki stig fingið.
Nú skal tað verða í Vágum. Liðið við sjey stigum er kroyst, nú næstniðasta liðið kemur at vitja. TB kann betri seta seg til sættist við ein javnleik, men er eisini undir trýsti og sær hetta heilt víst sum ein góðan møguleika at vinna - og harvið helst koma frammum FC Suðuroy sum hevur ógvuliga torføran útidyst.
TB vann fyrsta dystin í ár millum liðini, 2-1 í Trongisvági, og lagt er upp til júst ein javnan dyst. Liðini fara at leggja nógv fyri, tað fer helst ikki altíð at vera so pent men við nógvum inntensiteti.
Fjepparafelagið hjá 07 Vestur ger eisini nógv burturúr uttanfyri vøllin, nú nógv stendur uppá spæl. Sonni Ragnar Nattestad situr uttanfyri við leikbanni fyri reyða kortið, sum miðverjin fekk meðan hann set á bonkinum í Gundadali sunnudagin - hann segði eitthvørt við dómaran.
Kári á Høvdanum dømir hendan týdningarmikla botndystin, sum byrjar klokkan 18. Hann sæst á Televarpinum.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Betrideildin 20. umfar
Leygardagin 23. august
17.00: 07 Vestur - TB
Sunnudagin 24. august
15.00:
NSÍ - FC Suðuroy
B36 - B68
KÍ - HB
17.15: Víkingur - EB/Streymur
Støðan í Betrideildini nú átta umfør eru eftir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald