13. november, 2017. Ein sorgardagur í italienskum fótbólti. Gli Azzuri, ið manslandsliðið hjá Italia verður nevnt, megnaði ikki at skora í teimum 90 minuttunum í seinna play-off dystinum móti Svøríki. Tað gjørdi Italia heldur ikki á Friends Arena tríggjar dagar frammaundan, men tað gjørdu sviar, og harvið skuldi liðið hjá Janne Andersson - uttan Zlatan - slapp til HM í Russlandi, og Italia slapp ikki. Hetta var fyrstu ferð í 60 ár, at Gli Azzuri ikki slapp við til eitt HM-endaspæl.
Gian Piero Ventura fekk ikki óvæntað sekkin, og nakrar mánaðir seinni kom Roberto Mancini. Fyrrverandi landsliðsleikarin fekk skjótt skil á liðið, og Italia hevur ikki tapt í næstan trý ár - næstan alla tíðina undir Mancini. Í kvøld er fyrsti endaspælsdystur undir fyrrverandi City-venjaranum, og tað verður ein spennandi avbjóðing móti Turkalandi, ið megnaði at enda framamnfyri Ísland í sínum undankappingarbólki.
Italienarar eru rímiliga greiðir favorittar til dystin, men Marco Veratti er ivasamur, og trýstið av byrjanardysti á heimavølli hevur rakt lond áður.
Fyrsta bríksl á olympiska leikvøllinum í "æviga býnum" verður klokkan 20. Dysturin verður vístur í Kringvarpinum og kann millum annað eisini síggjast á Viaplay.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Wales og Sves. Tey spæla í Baku, Aserbajan, í morgin, tá tríggir EM-dystir verða leiktir.
Bólkur A:
Italia
Turkaland
Wales
Sveis
Fríggjadagin 11. juni klokkan 20 (Rom): Italia - Turkaland
Leygardagin 12. juni klokkan 14 (Baku): Wales - Sveis
Fótbóltur
Lagt verður til brots í Rom
Italia er aftur har, sum tað er stuttligt at vera. Turkar skulu í kvøld royna at oyðiligja byrjanarveitsluna hjá Gli Azzuri, sum er vertur er fyri øllum sínum trimum dystum í bólkaspælinum.
Roberto Mancini skal royna at leiða Italia langt í kappingini
2021-06-11 15:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald