Hondbóltur

Landsliðsvenjararnir og HSF hava endað samstarvið

Ágúst Jóhannsson og Sophus Dal Christiansen skulu ikki longur standa á odda fyri kvinnulandsliðnum. Orsøkin er, at høvuðsvenjarin ikki kann arbeiða tætt saman við liðnum í verandi støðu.

At Águst Jóhansson býr í Íslandi hevur givið ávísar avbjóðingar ( Mynd: Jens Kr. Vang)

At Águst Jóhansson býr í Íslandi hevur givið ávísar avbjóðingar ( Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-06 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Sophus Dal Christiansen, ið hevur verið hjálparvenjari, er eisini farin úr starvi.

Hetta kunngjørdi hsf.fo fyri lítlari løtu síðani. Leiðslan í HSF ásannar, at tørvur er á einum venjara, sum skal vera búsitandi í Føroyum og harvið kann vera tættari at liðinum

- Tað verður mett, at hetta er tað rætta í løtuni, tá talan er um eitt sera ungt landslið, sum er í einari uppbyggingarfasu. Ungdómslandsliðini hjá HSF telja fleiri evnaríkar spírar og er ynskiligt, at landsliðvenjarin kann fylgja teimum nærri.

Hetta er ikki møguligt hjá Ágústi Jóhanssyni, ið er búsitandi í Íslandi. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið, nú fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingina skulu byrja í summar, skrivar Hondbóltssambandið.

Partarnir nøgdir við samstarvi

Ítróttarliga leiðslan í HSF viðmerkir, at Ágúst og Sophus hava megnað at lyft liðið upp á eitt hægri støðu, og hava úrslitini í farnu HM- og EM-undankapping verið nøktandi. Kvinnurnar vunnu millum annað ein HM-undandyst móti Litava.

Águst Johannsson sigur við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, at tað hevur verið ein góð tíð, sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum.

HSF takkar Ágústi og Sophusi fyri samstarvið og nú verður nú farið undir at seta nýggjar venjarar. Julian Johansen kemur at verða virkandi landsliðsvenjari komandi mánðirnar, skrivar in.fo.

Føroyar spældu tveir dystir í EM-undankappingini (seinasta heyst). Hon varð fyri smáum tveimum vikum síðani avlýst. Harvið er næsta uppgávan HM-undankappingin komandi ár. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder