Hondbóltur

EM-undankappingin hjá kvinnum er av

European Open fyri U16-gentur er avlýst og verður ikki leikt. EM-kappingarnar hjá U18- og U20 monnum eru fyribils útsettar..

Føroysku kvinnurnar fáa ikki roynt seg aftur móti Rumenia ella øðrum liðum komandi tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar fáa ikki roynt seg aftur móti Rumenia ella øðrum liðum komandi tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-24 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska hondbóltssamgonga, EHF, er fríggjadagin komið við fráboðan viðvíkjandi landsliðsvirksemi komandi tíðina. Tað er ávirkað av koronakreppuni, og hetta ávirkar tey føroysku landsliðunum, ið skuldu ið eldin komandi mánaðirnar.

Í mars vórðu dystirnir hjá kvinnulandsiðnum í EM-undankappingin móti Ukraina útsettir til fyrst í juni

Les eisini: 
Landsdystirnir móti Ukraina útsettir.

Trý undómslandslið høvdu eisini spennandi uppgávur á skránni í summar, og Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, segði í samrøðu við Portalin fyrr í vikuni, at hesi liðini royndu at fyrireika seg so væl sum møguligt undir umstøðunum, og arbeiddur fram ímóti at kappingarnar fara at vera

Les eisini: Landsliðshondbóltur: Fyrireika okkum eftir førimuni

Greitt er nú, at EM-undankappingin ikki veðrur spæld liðug. EHF hevur tikið avgerð um, at luttøkan til endaspælið í Noreg og Danmark í 2020 verður nú grundað á úrslitini í EM 2018. Talan er tó um somu liðini, sum liggja ovast í undankappingini higartil, skrivar Hondbóltssambandið.

[object Object]
Marianna Geirsdóttir Eystberg í dystinum móti Rumenia (Mynd: Jens Kr. Vang)

Undankappingin var komin áleið í helvt. Føroyar spældu tveir dystir seinasta heyst. Ein í Póllandi, ið endaði við greiðum ósigri. Har spældu føroysku kvinnurnar ein góðan fyrra hálvleik, og eftir fyrra hálvleik móti Rumenia í Høllini á Hálsi nakrar dagar seinni var javnleikur. Rumenia vann við fimm málum tá samanumkom, men talan var um eitt sera gott avrik frá Føroyum. Hetta gjørdist seinasti dystur í undankappingini hjá Føroyum - liðið hjá Ágúst Johannsson hevði fýra undankappingardystir á skránni í ár.

Ungdómslandsliðini

European Open fyri U16-gentur, sum skuldi verða um mánaðrskifti juni-juli í Göteborg, er avlýst.

EM-kappingarnar hjá U18- og U20 monnum, sum skuldu spælast í august eru fyribils útsettar. EHF miðar eftir at fáa kappingarnar leiktar í januar 2021, men er hetta ikki váttað enn, boðar Hondbóltssambandið frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder