Fótbóltur

Landsliðið er farið undir fyrireikingarnar til Rumenia

Í gjár møtti hópurin inn á Hotel Føroyum, og klokkan 10 er fyrsta venjing á skránni. Talan er um fyrireiking til seinastu heimadystirnar hjá Lars Olsen.

Seinast landsliðið varð savnað á Tórsvølli var fyri stórum mánaði síðani. Tað var í samband við Svøríki-dystin, ið Føroyar taptu 4-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast landsliðið varð savnað á Tórsvølli var fyri stórum mánaði síðani. Tað var í samband við Svøríki-dystin, ið Føroyar taptu 4-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-09 08:52 Author image
Agnar Prestá

Seinnapartin í gjár samlaðist føroyski A-landsliðshópurin. Av tí at seks leikarar vóru í dysti í Sarpugerði í gjárkvøldið, møttu teir ikki saman við hinum. 

Les eisini: KÍ vendi øllum á høvdið í Sarpugerði og er aftur oddalið

Ein av teimum leikarunum er Jóannes Kalsø Danielsen. Saman við 22-ára gamla bakkinum úr Klaksvík er 21-ára gamli Adrian Rúnason Justinussen úr HB við í einum A-landsliðshópi á fyrsta sinni. Teir vóru báðir í bruttohópinum undan seinastu Nations League dystunum í fjør og hava veruliga gjørt um seg í Betrideildini seinastu kappingarárini.

[object Object]Nýggju A-landsleikararnir í nærdysti í fjør

Eli Falkvard Nielsen og Ari Mohr Jónsson eru við aftur í hópinum eftir longri steðg. Ari hevur verið álvarsliga skaddur, men vinstri bakkurin er komin í gongd aftur í Noreg. 

[object Object]

Lars Olsen hevur sínar seinastu heimadystir sum føroyskur landsliðsvenjari fyri framman. Helst er motivatiónin til at fáa fyrstu stigini í hesari undankappingini í hús og at enda væl á Tórsvølli stór hjá dananum, ið eisini kann gerast mest vinnandi føroyski landsliðsvenjarin nakrantíð. Í løtuni er hann javnur við Allan Simonsen á átta sigrum. Lars fer eisini at yvirhála Allan Simonsen, tá talan kemur um flest dystir: Fyrrverandi Balon D'Or vinnarin stóð á odda fyri Føroyum 52 ferðir - Lars hevur í løtuni 50 og kemuruppá 54 eftir seinasta dystin í Stockhólm móti Svøríki í november. 

Vit hava myndir frá venjingini í morgun.

Føroyski hópurin: 

Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnafjørður
Kristian Joensen, KÍ 
Teitur Matras Gestsson, HB

Verjuspælarar
Atli Gregersen, Víkingur
Viljormur í Heiðunum Davidsen, Vejle BK
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann Bergen
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rógvi Baldvinsson, Bryne 
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf 

Miðvallarar
Eli Falkvard Nielsen, B36
Hallur Hansson, AC Horsens
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnafjørður
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur Reykjavík
Adrian Rúnason Justinussen, HB

Framherjar
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ

 

placeholder
placeholder