Fótbóltur

KÍ vendi øllum á høvdið í Sarpugerði og er aftur oddalið

Patrik Johannesen og innskifti Páll Klettskarð syrgdu fyri, at KÍ fór úr Norðragøtu við øllum. Ein FM-finala um 18 dagar er nú so gott sum uppá pláss.

Málskjúttarnir hjá KÍ í kvøld, ið løgdu upp til hvønn annan (Mynd: Sverri Egholm) 

Málskjúttarnir hjá KÍ í kvøld, ið løgdu upp til hvønn annan (Mynd: Sverri Egholm) 

2019-10-08 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útsetti dysturin í Sarpugerði frá leygardegnum varð leiktur í kvøld. Talan var sostatt um seinasta dystin í 25. umfari, og hann hevði stóran týdning fyri bæði liðini. Hóast veðrið var heldur keðiligt í byrjanini, og vindurin darvaði, so batnaði tað nógv, og tað endaði við, at fótbóltslíkindini vóru heilt góð. Og hóast Víkingur kom á odda, so vóru tað teir í kongabláum ið fóru heim við øllum. 

Myndir: Vikingur - KÍ

Tað var skjótt, at tað varð týðiligt, at bæði liðini veruliga høvdu tørv á teimum trimum stigunum. Lagt var út við ferð og inntensiteti og bæði liðini royndu veruliga at spæla og at mynda dystin. Serliga vóru tað klaksvíkingar, ið bygdu upp frá egnum máli og komu til fleiri góðar støður í 1. hálvleiki. Í opnum spæli endaðu álopini í fleiri førum tó við, at tað varð skotið ov tíðliga ella ov seint, men tað var serliga uppá hornaspørkini, at KÍ var vandamikið. Í nøkrum førum ruddaði Víkingur burtur í málteignum, og tað seinasta manglaði hjá KÍ í hesum støðunum. Tað leikaði tó javnt á, og Víkingur vísti góðar taktir, men tað var málleyst í steðginum.

Hetta varð skjótt broytt í 2. hálvleikinum. Víkingur fór beinanvegin í álop og við skjótum og einføldum alveringum kom heimaliðið heilt fram í brotsteigin, har Adeshina Lawal legði bóltin fyri føturnar á Boga Reinert Petersen. Miðvallarin hevði spælt ein sera góðan 1. hálvleik, og hann legði við einum góðum innarasíðuskoti Víking á odda. Í hesari løtu livdi evropeiski dreymurin hjá Víkingi.

[object Object]
Víkingarnir kundu fegnast ein lítlan minutt inn í 2. hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ fall ikki í fátt og royndi beinanvegin at svara aftur, men Víkingur hevði eftir løtuna eftir málið gott tak á. Dysturin var lívligur, og varð leiktur við einari nerv. Dysturin fekk nýtt lív, tá Páll Klettskarð varð settur inn á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Áleyparin kom inn og arbeiddi gróthart, spældi við dygd og hann gjørdist avgerandi fyri KÍ saman við manninum, ið avloysti hann í vetur, tá Páll fór til Italia at royna seg

[object Object]
Patrik Johannesen var við í øllum málunum hjá KÍ í kvøld. Bogi Reinert Petersen skoraði tað hjá Vìkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Beint eftir at Páll kom inn spældi Atli Gregersen bóltin í føturnar á Jóannes Bjartalíð og so gekk skjótt. Bjartalíð fann Páll, ið spældi tvørtrum til Patrik. Hann var fríur við Eliasi Rasmussen, trekti framvið honum og legði bóltin í eitt tómt mál. Løtu seinni byrgdi KÍ upp og eftir nakrar alveringar uttanfyri brotsteigin hjá Vìkingi fekk Patrik fatur á bóltinum, og hann legði sera væl innfyri til Páll, ið hevði runnið seg frían og setti fótin á. So var 2-1 og ovfarakæti á klaksvíkingum.

[object Object]Heðin Hansen fekk tvey gul kort í kvøld og varð harvið útvístur (Mynd: Sverri Egholm)

Tveir minuttir seinni gjørdist brekkan hjá Víkingi tyngri, tá Heðin Hansen fekk sítt seinna gula kort. Sølvi Vatnhamar var tó nær við at javna smáar tígggju minuttir fyri leiklok, og Víkingur stríddist til tað seinasta fyri at koma innaftur í dystin við tíggju monnum. Jóannes Bjartalíð hevði tvær sera naskar royndir fyri KÍ, men tað var Patrik, ið lukkaði dystin í yvirtíðini, tá ein bóltur datt til hansara á brotsteigarmarkinum. 7'arin var eirindaleysur, og KÍ er nú aftur oddalið.

[object Object]

[object Object]
Bæði á vøllinum og á bonkinum var fagnaðurin stórur á KÍ'arunum (Myndir: Sverri Egholm)

Málið hjá Patriki sló endaliga fast, at KÍ fekk sín sjeynda sigur á rað og øll trý stigini við sær norð í kvøld. Tað ger eisini, at málúrttøkan hjá KÍ nú er + 39 í mun til +32 hjá B36 og við fleiri skoraðum málum. Hetta ger, at B36 ikki hevur ráð at tapa í Sarpugerði í næstseinasta umfari, um KÍ samstundis vinnur á NSÍ við Djúpumýru. So gerst brekkan hjá árstalsfelagnum allarhelst ov tung til finaluna í Gundadali 26. oktober. Við sigrinum í kvøld hevur KÍ setti seg harvið í eina sera góða støðu. Víkingur kann nú bert røkka evropeiskum fótbólti á pappírinum. NSÍ hevur seks stig fleiri og hevur 18 + betri í málúrtøku. Nú er landsliðstegður

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Betrideildin, 25. umfar
Sarpugerði, 8. oktober (upprunaliga 5. oktober)

KÍ - Víkingur 3-1 (0-0)
46 'Bogi Renert Petersen 1-0
67' Patrik Johannesen 1-1
74' Páll Andrasson Klettskarð 1-2
92' Patrik Johannesen 1-3

 
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen, Elias J. Lervig, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Bogi Reinert Petersen (75' Ingi Jonhardson), Heðin Hansen - Andreasn Lava Olsen (71' Arnbjørn Svensson), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar - Adeshina Lawal (63' Filip Djordjevic) 

Venjari: Sámal Erik Hentze

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Steinbjørn Olsen (66' Ólavur Niclassen) - Boris Dosljak (85' Torbjørn Grytten), Simen Sandmæl, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Magnus Stamnestrø (66' Páll Klettskarð) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen

Venjari: Mikkal Thomassen

Dómari: Eiler Rasmussen


Støðan í Betri deildini eftir 25 umfør:
1.KÍ (60 stig)
2.B36 (60 stig)
3. NSÍ (54 stig) 
4. Víkingur (48 stig) 
5. HB (45 stig) 
6. Skála (31 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (18 stig) 
10. ÍF (6 stig) 


Hini úrsltiini í umfarinum: 

Skála - TB 5-1 (3-0)
28' Andreas Egeberg Jacobsen 1-0
32' Andreas Egeberg Jacobsen 2-0
37' Aksel Bjartalíð Danielsen 3-0
58' Ronni Møller-Iversen 4-0
78' Andreas Egeberg Jacobsen 5-0
83' Poul Ingason 5-1

HB - NSÍ 0-2 (0-1)
2' Petur Knudsen 0-1
49' Pól Jóhannus Justinussen 0-2

Reytt kort: Brynjar Hloðversson (84')

Myndir: HB-NSÍ

ÍF - AB 4-6 (0-4) 
12' Tóki á Lofti 0-1
17' Tóki á Lofti 0-2
34' Lukas Grenaa Giessing 0-3
43' Filip í Liða 0-4
59' Bjarki Nielsen 0-5
74' Høgni Madsen 1-5
76' Andy Olsen (br.) 2-5
82' Ari Ellingsgaard 3-5
89' Heri Hjalt Mohr 3-6
94' Andy Olsen (br.) 4-6

EB/Streymur - B36 0-4 (0-2)
3' Hugin Samuelsen 0-1
29' Hugin Samuelsen 0-2
58' Hugin Samuelsen 0-3
84' Jónas Tór Næs 0-4

Les eisini: Hugin sendi B36 tættari FM









placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder