Fýra dystir í 25. og triðseinasta umfari eru leiktir í Betrideildini í dag.
Tann sum skuldi byrjað síðst kom ongantíð í gongd, tí ov nógvur vindur var í Sarpugerði. Tað hevur við sær, at KÍ og Víkingur skulu spæla týðandi dystin týskvøldið klokkan 19.
Les eisini: Eingin dystur í Sarpugerði í dag
Klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 17
B36 og KÍ eru í hørðum FM-stríði, og B36 legði seg í dag einsamalt á odda. Tað gjørdi liðið hjá Jákupi á Borg við at vinna tryggan 4-0 sigur á Eiði, har HB tapti í seinastu viku. Tað var Hugin Samuelsen, sum skaraði framúr.
Hugin hevur skorað til 1-0 á Eiði (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)
Ungi og høgi miðvallarin kom í í fleiri vandamiklar støður í dag, og hann fekk hattrick: Næstan beinanvegin setti hann seinasta fótín á eitt sera væl leikt B36-álop, eftir hálvan tíma beindi Hugin eitt hornaspark í málið, og eftir ein lítlan tíma varð 3-0 til B36, eftir at Michal Pryzbylski stóð á odda fyri einari frálíkari umstilling, ið Hugin gjørdi enda á. EB/Streymur hevði annars í løtuni áðrenn verið sera nær við at minka um munin, men heimaliðið var annars ongantíð nær við at fáa sín triðja sigur á rað. B36' arnir kundu fegnast, og Jónast Tór Næs setti punktum við sínum vinstra beini.
Jónas til 4-0 (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)
Í Gundadali var NSÍ omaná móti steypavinnarunum, ið vóru í heldur skerdari útgávu og sum fyriuttan einari løtu í 1. hálvleiki vóru so at siga púra tannleysir. Runavíkingar, ið hava tapt fyri Víkingi, KÍ og B36 á heimavølli í seinastuni, komu á odda beinnavegin, tá Klæmint Olsen legði væl upp til Petur Kundsen. Næstan beinanvegin í 2. hálvleiki misti HB bóltin á egnari hálvu, og so revsaði NSÍ við kassa 1: Pól Jóhannus Justinussen var tryggur, tá hann kom einsamallir við Teiti.
2-0 til NSÍ í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: HB - NSÍ
Útyvir hetta hevði NSÍ nakrar góðar møguleikar, hóast liðið lá djúpt og nýtti so at siga hvønn møguleika at drýggja tíð. Talan var als ikki um ein flottan fótbóltsdyst, og nógvar harðar takklingar og ónollur vóru at síggja í Gundadali. Brynjar Hloðversson fekk sítt senna gula kort orsakað av einari ljótari og ófantaligari takkling seint í dystinum. NSÍ vann fult uppiborið og liggur væl fyri til at taka eitt evoropeiskt pláss og hevur ein ástøðiligan møguleika at vinna FM.
(Mynd: Sverri Egholm)
TB endaði í vikuni samstarvið við Zoran Pavlovic, og liðið tykist at vera fullkomiliga í feriu. Úrslitini hava verið vánalig í seinastuni, og í dag hekk liðið als ikki saman á Skála. Teir á heimaliðnum høvdu nógv pláss, spældu væl og kundi væl skorað meira enn tey fimm málini. 20-ára gamli Andreas Egeberg Jacobsen var sera eyðsýndur og fekk trý mál.
Andreas Egeberg, t.v við nr. 19, gjørdi hattrick móti TB í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Í Fuglafirði var uppaftur størri málveitsla. AB skræddi ÍF sindur í 1. hálvleiki, og tá tað bleiv 0-5 beint fyri tíman, tóktist veruliga eingin ivi vera um úrsliti. Men ÍF fekk munin niður í tvey uppá stutta tíð, og vónin um eitt annars púra óhugsandi comback var eina løtu har í Fuglafirði. Útiliðið lukkaði tó dystin, áðrenn Andy Olsen aftur skoraði uppá brotsspark, men AB staðfesti, at ÍF endar á 10. plássið. Nú skulu fuglfirðingar vóna at tað endar, sum støðan er í 1. deild í løtuni: At 07 Vestur ikki endar í topp-trý og harvið tekur plássið hjá ÍF í Betrideildini.
Týskvøldið er seinasti dysturin í 25. umfari. Seinastu tvey umførini verða leikt eftir landsliðssteðgin.
Betrideildin, 25. umfar
5. oktober
Skála - TB 5-1 (3-0)
28' Andreas Egeberg Jacobsen 1-0
32' Andreas Egeberg Jacobsen 2-0
37' Aksel Bjartalíð Danielsen 3-0
58' Ronni Møller-Iversen 4-0
78' Andreas Egeberg Jacobsen 5-0
83' Poul Ingason 5-1
HB - NSÍ 0-2 (0-1)
2' Petur Knudsen 0-1
49' Pól Jóhannus Justinussen 0-2
Reytt kort: Brynjar Hloðversson (84')
Myndir: HB-NSÍ
ÍF - AB 4-6 (0-4)
12' Tóki á Lofti 0-1
17' Tóki á Lofti 0-2
34' Lukas Grenaa Giessing 0-3
43' Filip í Liða 0-4
59' Bjarki Nielsen 0-5
74' Høgni Madsen 1-5
76' Andy Olsen (br.) 2-5
82' Ari Ellingsgaard 3-5
89' Heri Hjalt Mohr 3-6
94' Andy Olsen (br.) 4-6
EB/Streymur - B36 0-4 (0-2)
3' Hugin Samuelsen 0-1
29' Hugin Samuelsen 0-2
58' Hugin Samuelsen 0-3
84' Jónas Tór Næs 0-4
Víkingur - KÍ (Útsettur til týsdagin vegna veður )
Støðan í Betri deildini:
1. B36 (60 stig)
2. KÍ (57 stig)*
3. NSÍ (54 stig)
4. Víkingur (48 stig) *
5. HB (45 stig)
6. Skála (31 stig)
7. TB (19 stig)
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (18 stig)
10. ÍF (6 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald