Chisinau, Moldova (Portalurin) - Fyrsta uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í hesari undankappingini er á útivøllli í Moldova. Hesin dysturin verður spældur fríggjakvøldið 24. mars klokkan 19.45 føroyska tíð.
Eftir tríggjar dagar við fyrireiking í Føroyum og langa ferðing er føroyski landsliðshópurin nú komin uppá pláss í Chisinau.
Tveir flogtúrar skulu úr beininum til venjingina í morgin. Hetta er samstundis seinasta venjing undan dystinum, og verður hon á leikvøllinum, har spælast skal fríggjakvøldið.
Nú skal hvíld til, og tað er á flotta gistingarhúsinum Radison Blu miðskeiðis í býnum. Moldova er tveir tímar frammanfyri, so klokkan nærkast midnátt í skrivandi stund.
Portalurin hevur havt samrøðu við Sølva Vatnhamar, ið kann síggjast seinni. Meira tilfar verður eisini í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald