Fótbóltur

Landsliðið savnað aftur

A-landsliðið hjá monnum hevur tríggjar dystir á skránni næstu dagarnar.

Jóannes Bjartalíð og Teitur Gestsson eru klárir (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Jóannes Bjartalíð og Teitur Gestsson eru klárir (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2021-03-23 06:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í gjár hittist A-landsliðið hjá monnum á Hotel Hilton í Havn. Næstu góðu vikuna eru tríggir HM-undankappingardystir á skránni.

Fyrsta venjingin varð seinnapartin í gjár, og í dag verður aftur ein venjing, áðrenn kósin tíðliga í morgin árini verður sett móti Chisinau í Moldova.

Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.

Portalurin verður við til venjingina í dag, og vit koma við tilfari frá hesum seinnapartin.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Dan í Soylu, HB
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Tróndur Jensen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ

Hósdagin 25. mars kl. 19:45
Moldova – Føroyar

Sunnudagin 28. mars kl. 19:45
Eysturríki – Føroyar

Mikudagin 31. mars kl. 19:45
Skotland – Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder