Føroyska A-landsliðið við monnum hevur, eins og í fyrru hálvu av oktober, tríggjar dystir á skránni innan eina viku í november.
11. november spæla Føroyar venjingardyst í Vilnius í Litava, tríggjar dagar seinni er Nations League dystur á skránni í grannalandinum, Lettlandi, og 17. november er seinasti dysturin í bólkaspælinum í Nations League og í landsliðsárinum hjá monnunum. Hann verður á Malta, har Føroyar vitja fyri triðju ferð síðani november 2018.
Møguleikin at vinna bólkin er heilt góður. Ein sigur er nóg mikið, eitt stig er helst eisini nóg mikið - í øllum førum um tað kemur á Malta - og um Andorra fær stig á Malta, so kunnu Føroyar fara víðari uttan at fáa stig í teimum seinastu dystunum. At vinna bólkin gevur uppflyting til Deild C í Nations League, umframt eyka pening.
Landsliðið verður úttikið fyrrpartin - Håkan Ericson fer klokkan 10 at kunngerða nøvdini. Tað helst at vera heilt líkt tí, sum tað var til dystirnar móti Danmark, Lettlandi og Andorra í farna mánaði. U21-landsliðið skal spæla í Spania 12. november og í Kasakstan 17. november. Tí er hugsandi, at leikarar við U21-aldri verða nýttir til hesar uppgávurnar. Daniel Johansen, Jákup B. Andreasen og Adran Justinussen hava tó verið á A-landsliðnum í heyst og eru evnir til hópin hesuferð.
Í heyst hava sóttarhaldsreglurnar í Íslandi forðað Kaj Leo í Bartalsstovu at koma við landsliðnum, hóast hann er úttikin báðu ferðirnar, og Gunnar Nielsen hevur bert spælt ein landsdyst. Feløgini hava ikki ynskt, at leikararnir skulu í sóttarhald við heimkomu, men nú er kappingin í Íslandi avblást. Valur, við Kaj Leo og Magnusi Egilssyni á liðnum og Heimir Guðjónssyni sum oddamanni, vórðu kosnir meistar.
Talan var um hendan hópin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen (FH) - varð avloystur av Kristian Joensen orsakað av sóttarhaldsreglunum í Íslandi
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)
Høgri bakkar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann Bergen)
Vinstra bakkur:
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Miðverjar:
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Odmar Færø (KÍ)
Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Kaj Leo í Bartalstovu (Valur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Patrik Johannesen (KÍ)
Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld)
Tíðindafundurin verður klokkan í niðastu hædd í FSF-húsinum við Tórsvøll, har nýggjur fjepparahandil letur upp aftaná landsliðsúttøkuna - klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald