Fótbóltur

Landsliðið verður úttikið mánadagin

Mánamorgunin verður kunngjørt, hvørjir 20 mans skulu við til Malta og Rumenia til fyrstu uppgávuna hjá A-landsliðnum í EM-undankappingini.

Landsliðsvenjarin fer mánadagin at avdúka, hvørjar 20 leikarar hann og Jóannes Jakobsen taka við til Malta og Rumenia
(Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsvenjarin fer mánadagin at avdúka, hvørjar 20 leikarar hann og Jóannes Jakobsen taka við til Malta og Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-08 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 23. mars spæla Føroyar aftur á Ta’ Qali leikvøllinum á Malta. Tað vil siga, at A-lansliðið hjá monnum byrjar EM-undankappingina á sama staðið sum liðið endaði Nations League í november. Tríggar dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj.

Til hesar dystirnar verða 20 leikarar úttiknir. Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kl. 10.00. Har fer Lars Olsen at kunngerða hópin til fyrst EM-undankappingardystirnar. Hetta er dagin eftir 1. umfar í Betrideildini. 

Føroyar eru í bólki við Spania, Noreg og Svøríki. Fyrsti dystur á heimavølli hjá føroyska liðnum verður fríggjadagin 7. juni, tá spaniólar koma á vitjan á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder