Fótbóltsfeløgini í Føroyum eru fult í gongd við fyrireikingarnar til 2025, og millum annað eru fleiri høvuðsungdómsvenjarar komnir uppá pláss seinastu tíðina.
B36 er eitt felag, sum hevur skrivað undir við ein slíkan. Og talan er um eitt ógvuliga kent navn í føroyskum fótbólti.
Jóannes Jakobsen var liðformaður á landsliðnum, tá farið var í gongd at spæla undankappingardystir. Ein av Landskrona-hetjunum hevur síðani verið nógv virkin í fótbóltsheiminum, og var hann longu í nítiárinum venjari - leikandi venjari hjá VB, HB og KÍ.
Seinni hevur hann stjórnað AB, B68 og júst B36, og í átta ár (2012-2019) var Jóannes hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, har verulig framgongd var í løtum, tað millum annað eydnaðst at vinna tvær ferðir á Grikkalandi.
Í tvey ár var Jóannes Jakobsen høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi, og nú er royndi havnarmaðurin farin í gongd í B36.
B36 skrivaði soleiðis í sambandi við setanina um mánaðarskifti:
Jóannes tekur við sum høvuðsungdómsvenjari
B36 hevur gjørt avtalu við Jóannes Jakobsen um at vera høvuðsungdómsvenjari komandi kappingarár.
Jóannes er kent andlit í føroyskum fótbólti, og hann hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari.
Hann hevur verið høvuðsvenjari í fleiri feløgum í bestu deildini. Í 2004 var hann eisini venjari hjá besta mansliðnum hjá B36. Í átta ár var Jóannes Jakobsen hjálparvenjari á føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Jóannes Jakobsen hevur eisini roynt leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari í 2020 og 2021, tá hann var venjari hjá ungdómsvenjarunum í EB/Streymi.
Nýggi høvuðsvenjari fer spentur undir uppgávuna og tekur við longu mikudagin tann 4. desember.
Vit ynskja Jóannesi hjartaliga vælkomnum í B36 og takka undanmanni hansara, Lasse Deichmann Egelund, fyri gott arbeiði seinasta ári
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald