Hondbóltur

Landsliðsmálverjin fingið álvarsligan skaða

Nicholas Stachwell má møguliga halda seg burtur frá hondbólti í 10-12 mánaðir.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-13 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Nicholas Satchwell, stendur fyri at skula halda seg burtur frá hondbólti í upp móti einum ári. Orsøkin er ein álvarsligur skaði á fremra krossbandi, boðar felag hansara, Lemvig-Thyborøn Håndbold frá.

Málmaðurin, sum júst stóð fyri at skula flyta til Danmarkar eftir at hava spælt hondbólt í Noregi í eina tíð, hevur tískil valt at siga upp sáttmálan við Lemvig-Thyborøn Håndbold.

Sjálvur sigur Satchwell við heimasíðuna hjá felagnum:

- Eg harmist um støðuna, og hevði veruliga sæð fram til at gerast partur av felagnum, sum eg havi fingið eitt gott inntrykk av her í byrjanini. LTH hevur ein serligan felagsanda. Familjan hevur eisini glett seg til at flyta til Lemvig. Men við skaðastøðuni í huga, hava vit valt at siga sáttmálan upp og verða búgvandi í Føroyum.

Í LTH harmast tey eisini um støðuna.

- Fyrst av øllum harmast vit vegna Nicholas, men vit skilja væl støðuna, og at familjulívið skal hanga saman. Vit ynskja Nicholas alt tað besta í framtíðini og við endurvenjingini, sigur stjórin í felagnum, Simon Vangsgaard.

Felagið er beinanvegin farin í gongd við arbeiðið at finna ein annan málverja. 

Les eisini: Góð avgerð at gerast føroyingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder