2024-06-11 22:32
Landsliðsleikarin Helgi Hildarsson Hoydal verður at síggja aftur í svørtum og myrkareyðum næsta ár.
28 ára gamli strikuspælarin hevur skrivað undir við barndómsfelagið H71. Hann fer at styrkja um besta manshópin, men umframt tað fer hann at arbeiða sum ungdómsvenjari og hava aðrar samskipandi- og samskiftisuppgávur fyri H71.
Helgi Hildarson Hoydal til EM-endaspælið í janua (Mynd: Sverri Egholm)
Helgi Hildarson Hoydal fór av landinum í 2017 at spæla hondbólt. Fyrst var tað til Danmarkar. Seinastu árini hevur hann spælt í Noreg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald