Hondbóltur

Landsliðsvenjarin kosin Íslands besti venjari

Ágúst Jóhansson skal standa á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum til komandi EM-undankapping.

Ágúst Jóhansson (Mynd: hsf.fo)

Ágúst Jóhansson (Mynd: hsf.fo)

2019-06-25 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Venjarin fyri føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti, íslendingurin Ágúst Jóhansson, er kosin besti venjari í íslendsku kvinnudeildini, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Afturat at vera føroyskur landsliðsvenjari, er Águst eisini venjari hjá íslendska velagnum Vali, sum vann greipuna í ár.

Tað var í august í fjør, at íslenski venjarin tók við starvinum sum landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Næsta uppgávan hjá Ágúst Jóhanssyni og Føroyum er EM-undankapping, ið byrjar í september. Føroyar eru í bólki við Pólandi, Rumenia og Ukreina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder