Fótbóltur

Lars javnar metið fyri flestar skrásettar dystir - kann taka metið fyri flest sigrar

EM-undankappingardysturin móti Malta verður serligur á meira enn ein hátt fyri Lars Olsen.

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri føroyska A-landsliðnum í næstan átta ár. Her saman við málmansvenjaranum Emeka Andersen undan dystinum móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri føroyska A-landsliðnum í næstan átta ár. Her saman við málmansvenjaranum Emeka Andersen undan dystinum móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-14 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld skal Lars Olsen fyri seinastu ferð standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum hjá monnum á heimavølli. Hann tók við eftir íran Brian Kerr seint í 2011. Núverandi sáttmálin millum fótbóltssambandið og Lars gongur út, eftir at undankappingin er av um ein stóran mánað, og á tíðindafundi 30. september, í samband við úttøkuna til heimadystirnar móti Rumenia og Malta, kunngjørdi danin, at hann ikki heldur fram eftir dystin móti Svøríki í Stokkhólmi 18. november.

Lars Olsen gevst sum landsliðsvenjari
- Ikki sæð nakra framgongd síðsta árið


Dysturin móti Malta verður dystur nummar 52 hjá Lars Olsen sum føroyskur landsliðsvenjari. Higartil hevur 58-ára gamli venjarin staðið á odda fyri føroyska liðnum í 37 undankappingardystum, seks Nations League-dystum og átta skrásettum vinardystum/venjingardystum. Frá 1995 til og við 2001 var ein annar navnframur dani høvuðsvenjari á føroyska landsliðnum: Allan Simonsen er  skrásettur fyri 52 landsdystir sum landsliðsvenjari.


[object Object]

Seinasti dysturin á Tórsvølli við Lars Olsen sum landsliðsvenjari verður í annaðkvøld

Fyrrverandi Balon d’or vinnarin var ein sera týðandi partur í at menna føroyskan landsliðsfótbólt, og serliga um aldarskiftið var føroyska landsliðið sterkt og fekk fleiri góð úrslit. Tilsamans vann Allan Simonsen átta dystir. Í undankappingum gjørdist talan um sigrar á á heima- og útivølli móti øðrum smáum londum: San Marino, Malta og Luksemburg. Hinir báðir sigrarnir hjá Allan Simonsen komu í vinardystum móti ávíkavist Estlandi og Liktinstein. Annars var talan um góðar javnleikir móti til dømis Bosnia og Skotlandi

Lars Olsen hevur eisini vunnið átta landsdystir. 4-1 sigurin á Gibraltar í venjingardysti í 2014 er tó ikki skrásettir sum ein almennur landsdystir, tí hóast oyggjalandið hevði UEFA-limaskap tá, var limaskapurin í FIFA ikki góðkendur. Hjá EM-vinnaranum hevur annars talan verið um fýra sigrar í undankappingardystum, einum í Nations League og tveimum sigrum á Liktinstein í dystum á venjingarlegum í Spania. Fyrstu tveir sigrarnir hjá Lars í skrásettum FIFA-landsdystum og undankappingardystum vóru ímóti Grikkalandi, ið er størsta fótbóltstjóðin Føroyar hava vunnið á síðani Eysturríki í 1990.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Vit spurdu á tíðindafundinum í dag Lars Olsen um dystarmetið og møguleikan at taka metið, tá tað kemur til sigrar:

- Beint nú fyllur tað einki, men tað er nakað, sum kann verða stuttligt at hyggja aftur á, tá eg verði gamal.

Atli: -Hetta verður min seinasti heimadystur

Liðið hjá Lars Olsen tekur ímóti Malta í annaðkvøld klokkan 19.45


Sigrar undir Lars Olsen:

1. mars 2014, vinardystur (Ikki millum teir skrásettu 52 landsdystirnar undir Lars Olsen orsakað av manglandi FIFA-limaskapi hjá Gibraltar)
Gibraltar - Føroyar 1-4 (Christian Lamhauge Holst x2, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson) 

14. November 2014, EM undankapping:
Grikkaland – Føroyar 0-1 (Jóan Símun Edmundsson)

13. juni 2015, EM undankapping: 
Føroyar - Grikkaland 2-1 (Hallur Hansson, Brandur Hendriksson)

28. mars 2016, vinardystur í Marbella (Spania)
Liktinstein - Føroyar 2-3 (Brandur Hendriksson, Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar)

7. oktober 2016, HM undankapping:
Lettland - Føroyar 0-2 (Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson)

3. september 2017, HM undankapping: 
Føroyar - Andorra 1-0 (Gilli Rólantsson Sørensen)

25. mars 2018, vinardystur í Marbella (Spania) 
Føroyar - Liktinstein 3-0 (Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson, Sonni Ragnar Nattestad)

7. september 2018, Nations League:
Føroyar - Malta 3-1 (Jóan Símun Edmundsson, René Shaki Joensen og Hallur Hansson)

Tøl: FaroeSoccer


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder