2019-09-30 10:13
Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi á tíðindafundi í morgun hópintil dystirnar móti Rumenia og Malta.
Samstundis kunngjørdi hann, at hann gevst sum venjari tá teir fýra dystirnir sum eru eftir av hesari undankappingini eru avgreiddir.
Lars Olsen hevur staðið á odda fyri A-landsliðnum í átta ár, og seinastu tíðina hava úrslitini ikki verið til vildar, og nógvar leysasøgur hava verið um, at hann ikki fór at halda fram, tá sáttmálin gekk út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald