Fótbóltur

Lars sendir boð eftir Bartal Wardum

Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð til dystirnar móti Malta og Rumenia. Hópurin fer úr Føroyum í morgin.

Bartal Wardum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Bartal Wardum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-03-17 18:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sonni Ragnar Nattestad hevur ein skaða og tí hevur hann givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia.

Tað veit Kringvarpið í kvøld.

Tí eru boð send eftir Bartali Wardum úr HB, og hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin til undankappingardyst hjá A-landsliðnum.

Føroyski landsliðshópurin fer úr Føroyum í morgin og verður í Malta í annaðkvøld. Føroyar spæla leygarkvøldið 23. mars á Ta Qali leikvøllinum Malta og tríggjar dagar seinni, týsdagin 26. mars, í Cluj í Rumenia.

Portalurin fylgir landsliðnum á Malta og í Rumenia.

Hópurin sum Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið til dystirnar móti Malta og Rumenia:

Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen

Verjuleikarar:Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen, Magnus Egilsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Bartal Wardum

Miðvallarar:Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar

Áleyparar: Jóan Símun Edmundsson, Jákup Thomsen, Klæmint Andrasson Olsen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder