236 landsdystir og eitt púra ørt tal av málum: 1.728. Hetta er triðhægst í landsliðshøpi yvirhøvur og hægsta miðaltal fyri ein av teimum, sum hevur skorað yvir 1.000 mál.
Í kvøld stóð hann á hallargólvinum á Hálsi, og tað ger hann aftur í morgin. Tíbetur fyri Føroyar ikki sum spælari - í tjúgunum ella tíðliga í tretivuárunum - men sum venjari.
Kiril Lazarov er ein av allarstørstu ítróttarstjørnunum í søguni hjá Norðurmakedónia, har hondbóltur fyllur nógv, og eitt høgt virt navn í hondbóltsheiminum. Hann virðir sanniliga eisini Føroyar.
- Tey seinastu 2-3 árini hava Føroyar veruliga víst, hvat teir duga. Ikki minst til EM-endaspælið við javnleikinum móti Noreg, og har Føroyar spældu upp ímóti stórum hondbóltstjóðum sum Slovenia og Póllandi
43-ára gamli fryntligi norðurmakedónin hevði gjarna vilja hitt øðrum londum enn Føroyum í play-off umfarinum. Norðurmakedónia var styrkismett.
- Vit vita, at tað verður ein ógvuliga torfør uppgáva í morgin, tí teir hava so nógvar dygdir og eisini ógvuliga royndan og dugnaligan venjara, sum hevur staðið seg væl í donskum hondbólti. Vit vóru ikki nøgdir við lutakastið, sigur Lazarov flennandi.
Føroyingar vóru betur nøgdir við lutakastið, tí Norðurmakedónia hevur ikki somu styrki sum eitt nú Spania, Eysturríki og Ísland, sum eisini vóru styrkismett.
Tó vita føroyingar hvussu strævið tað kann verða í Skopje sunnudagin, har heimafjøldin kann spæla stóran leiklut. Týdningurin av góðum útgangsstøði hevur ofta verið nevndur seinastu dagarnar. Kiril Lazarov heldur tó fyri, at fyri Norðurmakedónia vera umstøðurnar eisini á Hálsi ein nýggj avbjóðing.
- Vit skulu geva alt, sum vit hava í morgin. Tað verður spenanndi og trupult at spæla her, har Føroyar eru sterkir. Hetta er ein minni høll, enn vit eru vanir við til slíkar dystir, og har spentir og lívligir áskoðarar sita heilt tætt við og fara at stuðla sínum liði væl.
Norðurmakedónar komu til landið seinnapartin og høvdu venjing á Hálsi í kvøld. Í morgin frá klokkan 19 skal Kiril Lazarov royna at vinna taktiska spælið á Peter Bredsdorff-Larsen í fyrra HM-undandystinum millum liðini.
Sí eisini:
Bredsdorff: - Skulu helst vinna heimadystin
Teis: Tað er fantastiskt at koma heim til hetta
Pauli: - Royni at venja meg við verndarbrillurnar
- Elias: Eg spæli í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald