Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í gjár.
Í Leicester tóku Brandan Rodgers og hansara menn ímóti Chelsea, og teir vóru ikki gestablíðir. Longu í 5. minutti legði Wilfred Ndidi heimaliðið á odda, og fimm minuttir fyri stegðin gjørdist tað 2-0, tá James Maddison sló til triðja dystin á rað.
Hetta var nók mikið hjá Leicester at leggja seg á odda í Premier League. Chelsea royndi at svara aftur í 2. hálvleiki, men liðið hjá Frank Lampard hongur ikki saman fyri tíðina og er níggju stig aftanfyri Leicester, og seks lið eru ímillum tey.
Rodgers og Leicester blandað seg aftur í ár upp í stríðið um fremstu plássini - Lampard og Chelsea eru í trupulleikum (Mynd: EPA)
Eitt av teimum liðunum er West Ham, sum við 2-1 sigrinum á West Bromwich í gjárkvøldið fór framvið nábúgvunum hjá sær úr London. Hetta hevur verið eitt gott kappingarár higartil hjá David Moyes og hansara monnum, sum í løtuni bert eru tvey stig aftanfyri Liverpool, ið er á 4. plássinum. Menninir hjá Klopp skulu í morgin royna at koma á vinnarakós aftur.
Leicester sleppur allarhelst ikki at halda fast í fyrsta plássinum leingi. Í kvøld hava bæði Manchester-liðini møguleika at yvirhála: Fyrst City sum er í einum góðum stima og sum er trý stig aftanfyri Leicester og hevur betri málúrttøku. Manchester United er eitt stig aftanfyri liðið hjá Brendan Rodgers, og hevur harvið, líkamikið hvat hendir beint áðrenn, møguleikan at taka 1. plássið aftur
Premier League
19.01
Leicester - Chelsea 2-0 (2-0)
6' Wilfred Ndidi 1-0
41' James Maddison 2-0
West Ham - West Bromwich 2-1 (1-0)
45' Jarrod Bowen 1-0
51' Matheus Pereira 1-1
66' Michail Antonio 2-1
20.01 - útsettir dystir
18.00: Manchester City - Aston Villa
20.15: Fulham - Manchester United
21.01
20.00: Liverpool - Burnley
Støðan
1. Leicester 38 stig (19 dystir)
2. Manchester United 37 stig (18 dystir)
3. Manchester City 35 stig (17 dystir)
4. Liverpool 34 stig (18 dystir)
5. Tottenham 33 stig (18 dystir)
6. Everton 32 stig (17 dystir)
7. West Ham 32 stig (19 dystir)
8. Chelsea 29 stig (19 dystir)
9. Southampton 29 stig (18 dystir)
10. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
11. Arsenal 27 stig (19 dystir)
12. Leeds 23 stig (18 dystir)
13. Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 19 stig (18 dystir)
16. Brighton 17 stig (19 dystir)
17. Burnley 16 stig (17 dystir)
18. Fulham 12 stig (17 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (19 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald