Brendan Rodgers kom til Leicester í februar og tað sær út til, at hann og Leicester hóska væl saman. Leicester er í gongd við eitt sera gott kappingarár, har liðið liggur á øðrum plássi í Premier Legue, nú fimtan umfør eru leikt.
Og nú veðrur Rodgers lønaður fyri góðu gongdina. Hann og Leicester hava undirskrivað nýggjan sáttmála, ið er galdandi til summarið 2025.
Orsakað av góðu gongdini er norðurírski venjarin settur í samband við onnur størv seinastu tíðina - millum annað tað tøka í Arsenal. Men nú tykist heilr greitt, at hann bert hevur fokus á projektið í Leicester.
Brendan Rodgers kom til Leicester frá Celtic í februar mánað, og síðan tá hevur Leicester vunnið 17 av 26 premier League dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald