Fótbóltur

Leiðin gongur til Oslo

Uppgerðin móti norðmonnum er í annaðkvøld, og nú fer endaspurturin av álvara í gongd, hvat føroysku fyrireikingunum viðvíkur.

Jóannes Bjartalíð og Kaj Leo í Bartalsstovu til venjing á Sundby Idrætspark seinnapartin týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð og Kaj Leo í Bartalsstovu til venjing á Sundby Idrætspark seinnapartin týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-14 06:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani mánadagin hevur landsliðshópurin verið saman á Amager, har fýra venjingar hava verið á skránni á Sundby Idrætspark sum liður í fyrireikingunum til seinastu dystirnar í EM-undankappingini, ið verða leiktir í Noreg og Svøríki.

Sí myndir frá venjingunum týsdagin her og her

Í morgun er norski høvuðsstaðurin málið, tá hópurin tekur stuttu leiðina út til flogvøllin í Kastrup. Seinni í dag er venjing, tann seinasta undan dystinum, og tíðindafundur á skránni á søguliga Ullevaal leikvøllinum.

[object Object]
Brandur Hendriksson Olsen, ið seinastu tíðina hevur hildið seg í gongd í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm) 

Hóast kappingin í Føroyum var av fyri næstan trimum vikum síðani, tann í Íslandi fyri yvir seks vikum síðani, og hóast fleiri av útisetunum ikki hava spælt regluliga seinastu tíðina, so meta teir í hópinum, at teir eru væl fyri til uppgávurnar. Tó kann tað spæla inn, at leikararnir ikki eru heilt skarpir í dystarstøðum.

Sí eisini:
Bjartalíð: FM-gullið lagt afturum nú
Jóannes Jakobsen: Haldi ikki at leikararnir skíta á tað
Video: Seinasta venjingin í Sundby - Ári, Brandur og Lars meta um sína støðu og støðuna hjá liðnum


Fýra av leikarunum hjá Føroyum spæla til dagliga í Noreg. Útfrá venjingunum sær tað út til, at allir fara at byrja inni. Tríggir “nýggir” koma inn í verjuketuna, í mun til 1-0 sigurin á Malta: Gilli Rólantsson Sørensen (Brann SK – leikbann seinast) á høgra vongbakk, Odmar Færø (HamKam – skaddur seinast) høgri miðverji og Ári Mohr Jónsson (Sandnes Ulf – á bonkinum seinast) á vinstra vongbakk. Rógvi Baldvinsson (Bryne BK) verður fluttur fram á sentrala miðvøllin undir liðuna á Brandi Henrikssyni. Hallur Hansson er skaddur. Eftir øllum at døma varðveita Gunnar Nielsen, Atli Gregersen, Heini Vatnsdal (verður tó fluttur yvir til miðverja vinstru megðin liðformannin), Brandur, Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmunsson síni pláss.

[object Object]
Rógvi Baldvinsson er uppvaksin í Noreg. Hann byrjar allarhelst á miðvøllinum fyri Føroyar á Ullevaal í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Gilli Rólantsson er einasti leikari í føroyska hópinum, sum spælir í bestu norsku deildina. Hann fær allarhelst plássið á høgra vongbakki aftur - eitt pláss ið Jóannes Kalsø Danielsen røkti í sigrinum móti Malta (Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðið lendir væntandi í Oslo stutt eftir middag lokala tíð, og vit hava tilfar harfrá seinni í dag. Í Noregi verða fleiri føroyskir fjepparar, og norskir miðlar skriva, at atgongumerkjasølan til dystin hevur gingið væl.

Sí eisini: Innslag við Heina Vatnsdal, ið hevur vant á sínum heimavølli seinastu dagarnar, og Oddmar Færø ið er við aftur í hópinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder