2019-03-08 21:39
Í ringum veðri hin 15. Februar, nakað áðrenn middag, koppaði eina leikaraskýlið og dómaraskýlið við Stórá. Hóast tað ikki var tann stóri, áhaldandi vindurin, so vóru hvirlurnar øgiligar henda dagin.
Nú fyrsti dysturin í Betri-deildini fer av bakkastokki sunnudagin við Stóra, tá TB tekur ímóti AB, gleðist Tvøroyrar kommuna yvir at til hevur borið at reist skýlini aftur beinanvegin, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tað er Birgir Strøm Rasmussen, bygningssnikkari, ið hevur staðið fyri arbeiðinum á hesum sinni.
Á myndunum er ikki heilt liðugt enn, men Birgir sigur, at tað verður tað tá dómarin brígslar fyri fyrstu ferð í ár, við Stórá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald