
Coronavirusi hevur eina meira og meira kvalandi ávirkan á fótbólt ymsastaðni í Evropa. Í fleiri londum verður nú leikt uttan áskoðarar: Danmark, Sveis, Eysturríki, Fraklandi.
Nú verður hetta eisini galdandi í tveimum av teimum heilt stóru deildunum. La Liga og í Bundesligaini, har dystirnir komandi vikuskifti verða leiktir uttan áskoðarar. Í Spania verður hetta galdandi í, í øllum førum tvær vikur.
Í Katelónia verða heldur eingir áskoðarar, tá Barcelona og Napoli skulu spæla seinnu áttandapartsfinaluna í Champions League í næstu viku. Í París er støðan við coronavirusinum ikki góð, og í morgin spæla Dortmund og PSG uttan áskoðarar. Í kvøld verður eisini ein dystut leiktur uttan áskoðarar. Hann er í Spania - millum Valencia og Atalanta.
Sambært fleiri miðlum fer UEFA í næstum at støðu til, um Champions League og Europa League skulu steðga fyribils eftir komandi dystirnar.
Italia er tað landið í Evropa, har coronavirusið hevur rakt harðast, og støðan er sera álvarsom. Eftir nakrar dystir við tómum áskoðaraplásssum er støða nú tikin til, at eingin fótbóltur verður leiktur fram til 3. apríl í fyrstu syftu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald