Havnar Bóltfelag boðar í dag frá, at 18-ára gamli Leivur Fossdal Guttesen hevur undirskrivað ein tvey-ára sáttmála við felag.
– Hetta er ein ungur og spennandi leikari, sum vit nú fáa heim aftur. Hann hevur fingið góða fótbóltsuppaling í einum Superliga-felagi, og vit skulu nú hjálpa honum at menna seg enn meira
Hetta sigur Jens Berthel Askou, høvuðsvenjari, í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá HB.
Mynd: hb.fo
Leivur er uppvaksin í HB, men fór í 2018 til Danmarkar at royna seg í SønderjyskE. Nú hevur hann avgjørt at koma heim aftur.
Talan er um ein skjótan, driblisterkan og málsóknan leikara, sum spælir á framrættaðu plássunum. Leivur Guttesen hevur umboðað Føroyar á U15, U17 og U19-landsliðnum, har hann samanlagt hevur spælt 17 dystir sambært FaroeSoccer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald