Annað

Lena Hallgren skal samskipa flogbóltin

Flogbóltssamband Føroya hevur sett sín fyrsta samskipara - byrjar 1. mars.

2021-02-17 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltssamband Føroya hevursett Lenu Hallgren úr Havn í starv sum samskipari. Hetta er fyrstu ferð, at flogbóltssambandið fær løntan samskipara.

Lena Hallgren er kend úr flogbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hon hevur verið nevndarlimur í Fleyr og var eisini forkvinna í Fleyr í eitt tvey-ára skeið.

Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið.

Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Alt í tøttum samstarvi við nevndina.

Lena Hallgren byrjar í starvinum 1. mars. Arbeiðsskrivstovan verður í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder